Neyvan nøkur kropsvenjing er betri fyri hjartað enn at rætta fólki eina hjálpandi hond
- John Andrew Holmes
Lesarin skrivar

Tað vóru engasjerað fólk, sum møttu á borgarafundinum á Reinsarínum í gjár. Evnið var parkeringsviðurskiftini í miðbýnum í Havn. Tey, sum búgva í miðbýnum, og tey, sum hava handil ella aðra vinnu har, gjørdu greitt, at parkeringsplássini eru ov fá. Tað er ikki meir, enn tey kunna hava bilin í nánd av sær.

Í eini roynd at bøta um trupulleikan hevur tekniska nevnd arbeitt við møguleikanum, at fólk, sum býr og arbeiðir í miðbýnum, fær eina skipan við parkeringskorti, sum móti gjaldi vissar teimum pláss í ávísan mun. Sum tað ljóðaði, er ætlanin at seta eina slíka skipan í verk í summar.

Spurningurin um at útvega fleiri parkeringspláss varð eisini nógv umrøddur. Eitt ella fleiri parkeringshús vórðu nevnd. Nú tjóðpallurin skjótt fer at síggja dagsins ljós á Skálatrøð, eigur Tórshavnar kommuna at skunda sær at fáa í lag eitt stórt parkeringshús har, áðrenn lendið, sum eftir verður, fer til onnur endamál.

Einasti mátin at fáa gott skil á parkeringini er at útvega fleiri parkeringspláss. Hetta er galdandi fyri gamla miðbýin, men ger seg eisini galdandi longur uppi í býnum, har fólk í støðum hava líka ilt við at koma til egin hús, sum niðri í býnum.

Parkeringshús nýtast ikki at vera skrímsl. Tað ber væl til at byggja tey við skili. Tað hevur Tróndur Patursson prógvað í Vejle, har eitt stórt parkeringshús eitur Tróndur eftir honum í virðing fyri hansara list har.

Jógvan Arge varaborgarstjóri úr Tjóðveldi

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo