Ikki fyrr enn ein sær, hvussu barnabørnini taka seg upp, fær ein at vita, um ein hevur uppalt síni børn væl
- Erich Maria Remarque
Vinna

Føroyingum dáma væl at keypa tollfrítt, tað sæst á tølunum hjá partafelagnum Duty Free sum rekur tollfría sølu á flogvøllinum í Vágum.

Stívliga 12,5 mió kr lógu eftir á botnlinjuni eftir skatt í fjør. Tað talið er næstan 2,5 mió kr størri enn árið fyri og meira enn dupult so stórt sum í 2015.

Felagið hevur havt sum fastan politik at gjalda dastið av yvirskotinum út til partaeigararnar í vinningsbýti. Partaeigararnir eru almennu partafeløgini Atlantic Airways og Vága Floghavn, og tey fáa tilsamans 12 milliónir krónur í vinningsbýti fyri síðsta roknskaparár. Harumframt fær landið 2,7 mió kr í partafelagsskatti.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo