Skal eg velja ímillum frið og rættvísi, so velji eg rættvísi
- Theodore Roosevelt
local.fo

News in English

Vinna

Partafelagið Poul Hansen, sum er yvir 90 ára gomul heilsøla, hevði í fjør ein vinning eftir skatt uppá 13,5 mió kr. Tað er stór framgongd í mun til í 2017, tá úrslitið bara var áleið helvtin.

Nettosølan vaks heili 28 milliónir krónir og endaði á 311 mió kr. Men tað er ikki henda framgongdin sum skapar vøksturin í úrslitinum. Tí framleiðslukostnaðirnir vuksu við áleið somu upphædd sum nettosølan vaks við. Heldur eru tað úrslitini av kapitalpørtum í øðrum feløgum, sum PH eigur ella eigur í, og fíggjarligar inntøkur hagani, sum skapa vøksturin.

Leiðslan nevnir í frágreiðingini, at hon er nøgd við samlaða úrslitið, men ikki við úrslitið av kjarnuvirkseminum, sum var minni enn árið fyri.

- Úrslitið av primera rakstrinum var ikki nøktandi og vísti eitt avlop upp á 7,3 mió.kr. samanborið við eitt nettoúrslit uppá 8,2 mió.kr. í 2017, sigur leiðslan.

Partafelagið Poul Hansen eigur antin heilt ella lutvíst í eini langari røð av fyritøkum sum at kalla allar fáast við sølu av mati og vistum. Eitt nú eru Á- og Samkeyphandlarnir partar av samtakinum.

Fíggjarstøðan javnvigaði við árslok við nærum 274 mió kr og harav er eginpeningurin heilar 220 mió kr.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo