At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill
Andaktir

Lendið vaknar, og hin grøni liturin sæst millum sovandi gras. Trøini í urtagarðinum eru búgvin at taka ímóti várinum. Fuglurin syngur og tekst við at reiðrast. Náttúran hevur fingið mót uppá lívið og er livandi.

Dirvi at liva alla ta tíð, ið er okkum tilmáld. Tað er yvirskriftin, ið verður sett yvir páskahøgtíðina. Starið ikki til jarðar, men hyggið upp móti himni.

Uppreisn Jesu av deyða og grøv er okkara møguleiki at liva. Lívið kann eisini verða borið til tey, ið hava tørv á lívgandi hjáveru. At vera nær lívinum, røkja og søkja tað.

Uppreisn Jesu er frumgróðurin til tað æviga lívið. Vit kenna setningin, at ævin endaleys er. Og tó er nakað enn meira! Ævigt lív merkir góðska og ríkt innihald, eitt lív í samljóði við Guð og samveru Guðs barna.

Vit fagna lívsins Guði, sum gav jørðini einborna son sín sum frelsara. Føddur av Mariu moy og gitin av Heilagum Anda. Guð framdi eina endurnýggjan, so menniskjan kundi fáa náðir at liva og samstundis kenna, at hon var livandi.

At Guð kemur til jarðar sum menniskja og doyr, – tað var átrúnaðarliga nýskapandi. Tað er tað nýggja og tann nýggi vegurin.

Vegurin til frelsu byrjar í himlinum og gongur til jarðar. Júst hetta gevur møguleikar, ið eingin áður hevði sæð. Himmalin vitjar jørðina og býður menniskjum at nema tað himmalska. 

Uppreisn Jesu gevur okkum høvið at rísa upp, longu áðrenn vit doyggja. Um vit í trúgv geva Jesusi innivist í hjørtum várum, fáa vit eina himmalska vitjan longu nú. Vit fáa eina innari styrki, sum ber, hóast hon viðhvørt kennist veik og ivasom.

Tá ið talan er um trúgv, kenna tey flestu, at hon er skiftandi í styrki. Vit hava ymiskar dagar. Trúarinnar

Harri, frelsarin Kristus, er altíð hin sami, kærleiksfullur í nærveru og umsorgan.

Sum kristin eru vit kallað at liva í uppreisn Jesu Krists. Kallið er náði Guðs, at vit syndarar kunnu ognast tað rættvísið, ið Jesu sáttargerð langafríggjadag gevur okkum. Skuldin er strikað. Syndin er vaskað burtur. Brævið, ið boðar fyrigeving syndanna, er skrivað.

Eftir hjá okkum er at lesa frælsisbrævið, trúgva og liva. Tað ljóðar einfalt, men kann vera ein avbjóðing.

Er hetta veruliga satt? Kann tað veruliga vera galdandi fyri meg?

Tá ið ákæran verður reist, vísir hin kristna lívsfatanin til mannin, ið átók sær heimsins synd við deyða á krossi. Tá ið vit vera álopin av sniðálopum djevulsins, kunnu vit svara honum: Tú tosar við skeivan persón, tosa við Jesus, umboðsmannin og loysnaran.

Hin syndafríi doyði vára vegna. Ein ósekur varð dømdur sekur í okkara stað. Hin fullkomni varð krossfestur til tess, at deyðin skuldi doyggja. Jesus reis upp av deyða og grøv til tess at geva okkum lív nú og um ævir.

Annan páskadag lesa vit úr skriftini, at Jesus um kvøldið tann fyrsta dagin í vikuni kom inn í stovuna, har lærusveinarnir sótu aftan læstar dyr. Av ótta fyri Jødunum vóru dyrnar læstar.

Ein sigandi útsøgn til Guðs fólk og alheims kirkjuna. Vit, sum hava fingið lut í uppreisn Jesu Krists og eru endurloyst, sita vit óttafull aftan læstar dyr?

Páskaboðskapurin boðar ein livandi Jesus, ið likamliga var hjástaddur á jørðini í fjøruti dagar áðrenn himmalsferð.

Páskirnar peika fram í móti hvítusunnu, tá ið Jesu likamliga hjávera verður avloyst av hjáveru hansara í Heilagum Anda.

Páskaboðskapurin er greiður: Hyggið upp og vendið eygum tykkara til himmals. Nemið styrkina og friðin.

Søkið tað æviga lívið og skapið ein urtagarð á jørðini, har ævinleikans fruktir – gleði, trivnaður og góðtokki – vaksa. 

Søren Kirkegaard (1813-1855) upplivdi av nýggjum gleðina streyma inn í hjartað eftir eina ivasama tíð við trúarinnar turki. Tað valdaði myrkur, tregi og mótloysi. Og so!

Onkursvegna var ein glotti at hóma. Tann 21. apríl 1837 skrivar hann í dagbókina: “Um Kristus skal taka búgv í mær, má tað vera sum í yvirskriftini til dagsins evangelium: Kristus kemur inn ígjøgnum læstar dyr.” 1)

Júst hetta hendi. Gleðin í Guði vitjaði Søren Kirkegaard sum eitt endurnýggjandi frískligt fleyr. Hann kom aftur til trúarinnar frið og hvíld. Gleðin tók ongan enda.

Ein mánað seinni fór hann til altars. Kvøldmáltíðin var møgulig, nú eftir at hann aftur sat væl um sátt við faðir sín.

Sáttargerðin við faðirin, mundi hon vera eitt slag av uppreisn av deyða ella ein uppreisn frá tí deyðiliga?

Sita vit føst í okkum sjálvum aftan læstar dyr? Mikið dýrabarari er uppreisnin.

Gleðiligar páskir!

“Men tá ið komið var at kvøldi henda sama fyrsta dag í vikuni og meðan dyrnar, har sum lærusveinarnir vóru, vóru læstar, av ótta fyri Jødunum, kom Jesus og stóð mitt ímillum teirra og sigur við teir: “Friður veri við tykkum!”” (Jóhannes 20,19).

Jógvan Fríðriksson,
biskupur

Heimild: 1) Peter Thielst, “Livet forstås baglæns, men må leves forlæns”, Gyldendal 2012, bls. 75-77.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo