Skalt tú fáa nakað stórt av skafti mást tú meira enn bara dáma títt arbeiði
- Steve Jobs
Innlendis ítróttur

HBF: Sum liður í stóru menningartilgongdini av havnar Badmintonfelag, hevur nevndin sett sær fyri at kanna um tað ber til at seta ein útlendskan høvuðsvenjarar. Landsliðvenjarin Aritra Nandy er longu knýttur at felagnum saman við øðrum góðum venjarum, men felagið er vaksið í vævi og fleiri og fleiri limir leggjast afturat.

Nú er avgerðin tikin og tað verður ein høvuðsvenjari úr Portugal, ið skal standa á odda fyri badmintonfelagnum í Havn.  Paulo Alexandre Pinheiro var settur í starv í gjár og skal longu í kvøld í eldin á fyrsta sinni.

Hann verður høvuðsvenjari í felagnum og fer sostatt at fylgja øllum venjingunum, heilt frá U9 til seniorarnar. Hansara høvuðsfokus er bestu liðini, men hann fer eisini at verða ráðgevi hjá øllum venjarum og skipa fyri venjaraskeiðum.

Paulo Alexandre Pinheiro hevur nógvar royndir bæði sum leikari og sum venjari. Hann hevur sjálvur verið leikari á høgum støði í Portugal og seinni árini hevur hann staðið á odda fyri  m.a. Shuttletime Tutores Course fyri bæði lærarar og venjarum í evropu.

Paulo hevur haraftur royndir innan Para badminton, ið er badminton fyri fólk ið ber fysiskt brek. Para Badminton verður ein ítróttargrein til OL í Tokyo 2020, so BSF, HBF og ÍSB tingast í løtuni hvørjar møguleikar eru í Føroyum. 

Fyrsta kappingin har Paulo fer at stuðla felagnum er um vikuskifti. Tá bjóða BSF og Havnar Badmintonfelag til Føroya Tele Open , sum er ein kapping í tvímansleiki. Kappingin verður í Havn.

"Vit í Havnar Badmintonfelag síggja nógv fram til samstarvið og gleða okkum til eitt spennandi kappingarár við stórum og spennandi avbjóðingum", siga tey í nevndini. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo