Um tú ert eitt sindur uttanfyri, uttan at taka skaða av tí, so kann tað blíva tín styrkur
- Pál Weihe
Vinna

Úrslitið hjá uppisjóvarvirkinum Pelagos í Fuglafirði var ikki eins gott í fjør sum tað var fyrraárið. 

Nettosølan minkaði við 8 mió kr og bleiv 622 mió kr. 

Framleiðslukostnaðurin vaks við 18 mió kr men starvsfólkakostnaðurin minkaði við 5 mió kr so bruttovinningurin minkaði úr 128,7 mió kr niður í 102,5 mió kr.

Ársúrslitið eftir skatt minkaði úr 50 mió kr niður í slakar 36 mió kr.

Í frágreiðingini sigur leiðslan, at hon er nøgd við úrslitið, sum er merkt av serligum umstøðum hjá kappingarneytum. Inniverandi ár kann ikki væntast at blíva eins gott, verður sagt.

Miðaltalið av fulltíðarsettum starvsfólki minkaði úr 77 niður í 63.

Fíggjarstøðujavnin minkaði úr 437 mió kr niður í 408 mió kr.

Eginognin vaks úr 133 mió kr til 159 mió kr.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo