Eitt barn, ein lærari, ein bók, ein blýantur kunnu broyta allan heimin
- Malala Yousafzai
local.fo

News in English

Politikkur

Í 2021 og árini frameftir fáa pensjonistar ein skattafrádrátt upp í 6.000 kr. árliga. Av hesum verða 3.000 kr. latnar í landsskattinum og 3.000 kr. í kommunuskattinum, stendur millum annað í viðmerkingunum til uppskot sum landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Jørgen Niclasen, hevur lagt fram.

Í 2020 verður skattalættin á samanlagt 3.000 kr.. Av hesum verða 1.500 kr. latnar í landsskattinum og 1.500 kr. í kommunuskattinum.

- Uppskotið tryggjar teimum, sum fáa fólkapensjón ein skattalætta á 500 kr. um mánaðin frá 2021. Í 2020 verður tó talan um 250 kr. um mánaðin, sigur fíggjarmálaráðharrin. 

Uppskotið hevur við sær, at umleið 8.000 fólkapensjónistar fara at rinda 3.000 kr. minni í skatti í 2020, og 6.000 kr. minni í 2021 og árini frameftir. 
 
- Roknað verður tí við, at skattainntøkurnar hjá landskassanum minka við umleið 12 mió. kr. í 2020, og inntøkurnar hjá kommununum minka somuleiðis við umleið 12 mió. kr. í 2020.

Sí uppskot her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo