Neyvan nøkur kropsvenjing er betri fyri hjartað enn at rætta fólki eina hjálpandi hond
- John Andrew Holmes
Politikkur

- Tey, sum seinastu árini eru dottin niður millum land og kommunu, tí ábyrgdarbýtið hevur verið ógreitt, skulu loftast, sigur Elsebeth M. Gunnleygsdóttir, nýggja landsstýriskvinnan við almannamálum, við Útvarpið.

Hoyr samrøðu her

Samgonguskjalið um almannamál:

Samgongan ásannar, at eingin keta er sterkari enn tað veikasta liðið, og hevur sett sær fyri at fremja ein virknan politikk á almannaøkinum, har borgarin er í miðdeplinum og hevur møguleika fyri at fáa ein innihaldsríkan gerandisdag við so góðari lívsdygd sum gjørligt.

Aldurin eigur ikki at vera avgerandi fyri, nær farið verður av arbeiðsmarknaðinum. Tænastumannalógin og aðrar forskriftir verða broyttar samsvarandi.

Meginreglan er, at førleikin og ikki aldurin skal avgera, nær farið verður av arbeiðsmarknaðinum.

Fyri at tryggja núverandi og framtíðar pensjónistar verður ein aldurstrygdargrunnur settur á stovn, har allar almannapensjónir verða útgoldnar við eini skattafríari grundarupphædd og eini skattskyldugari viðbót. Hetta fer at geva pensjónistum, ið onga aðra inntøku hava, eina munandi hækking av tøkum peningi. Mótrokningin fyri arbeiðsinntøku skal broytast, so tað veruliga fer at loysa seg at arbeiða.

Ansingarstuðul til óhjálpin heimabúgvandi millum 18-66 ár verður settur í verk, og egingjald fyri heimahjálp skal endurskoðast.

Lógin um eldraøkið verður beinanvegin endurskoðað saman við kommununum og øðrum avvarðandi myndugleikum. Faklig krøv skulu setast, og røktartyngdin skal vera avgerandi fyri starvsfólkahópin. Eisini verður fíggjarleisturin endurskoðaður.

Uppskotið um vælferðarlóg, sum skal avloysa forsorgarlógina, verður endurskoðað og dagført.

Við atliti til borgarar millum 18-66 ár verða ásetingarnar í Markamótaskjalinum settar í verk.

Ferð skal fáast á aftur bygging av vardum bústøðum, sambýlum, bústovnum v.m. til fólk við serligum tørvi.

Talsfólk til borgarar við tørvi vegna brek ella sjúku verður sett í starv í samráð við Megd.

Betrað verður um viðgerðarmøguleikarnar hjá kvinnum, ið hava rústrupulleikar, og bøtt verður um tilboðini til børn og ung, sum vaksa upp í heimum við sálarsjúku og rúsmisnýtslu.

Heimilað verður kommununum at rinda part av kostnaðinum fyri stovnspláss til foreldur, um tey velja aðra ansing ella velja at ansa egnum børnum heima. Hetta verður gjørt út frá meginregluni um, at pengarnir skulu fylgja barninum.

Barnburðarfarloyvið verður longt til minst 52 vikur, og skipanin verður gjørd smidligari. Hetta skal til dømis geva foreldrum møguleika at arbeiða niðursetta tíð og møguleika at ráða fríari yvir farloyvistíðini.

Viðurskiftini hjá sjálvstøðugum vinnurekandi viðvíkjandi barnsburðarfarloyvi verða endurskoðað.

Avtalan ”Tann góða tilgongdin” skal endurskoðast og mennast. Eitt tvørfakligt ráðgevaratoymi skal knýtast at familjum, ið hava fingið barn við serligum tørvi, soleiðis at hjálp og stuðul kunnu gerast meira samanhangandi og munadygg.

Ein yvirskipað brekpolitisk virkisætlan fyri Føroyar skal gerast.

Skipanin viðvíkjandi “Hjálpiráðum” verður endurskoðað.

Avtala verður gjørd millum Almannamálaráðið og avvarðandi yrkisfelag um verju í sambandi við møguligt verkfall.

Stig verða tikin til at tryggja, at umsorganararbeiði kring landið verður raðfest á sama støði alt árið.

Arbeiðið hjá hjálpar- og viðgerðarfelagsskapum/stovnum skal styrkjast.

Tiltøk ímóti happing í ansingarstovnum og skúlum verða styrkt .

Deyvatulkingartænastan verður styrkt.

Dag-, frítíðar- og arbeiðstilboð til persónar við skerdum førleikum verða raðfest. Viðvíkjandi arbeiðstilboðum skulu almennir stovnar ganga undan.

Foreldramyndugleikalógin skal endurskoðast, soleiðis at børn fáa rætt til bæði mammu og pápa, og rættindi og skyldur verða staðfest.

Familjan er hornasteinurin í samfelagnum og eigur tí at fáa hægstu raðfesting í lógarverkinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo