Tú veitst ikki, hvat tú veitst, fyrrenn tú veitst, hvat tú ikki veitst
- Lawrence J. Peter
local.fo

News in English

Vágatíðindi

Vesturskin byrjaði í gjár, og undirtøkan má sigast at hava verið framúr góð.

Til tiltakið 'Sólseturs kaffi í Gásadali' vóru gott 300 fólk komin saman til eina lívliga løtu uppi í Skarði.

Sørvágs tónleikarafelag byrjaðu tiltakið við vøkrum horntónleiki, og síðani setti Petra í Gásadali sín dám á við góðum gomlum harmoniku slagarum.

myndir

Aftur í dag eru fleiri spennandi tiltøk á skránni eitt nú sansamotorisk skattaveiða viðarlundini í Miðvági og konsert við JASMIN í SOR-bygninginum í Sørvági.

Sí skránna á Vesturskin her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo