Tað er hættisligt at hava rætt, tá hitt almenna er á skeivari leið
- Voltaire
Vinna

Pf Enniberg hevur keypt Pf Havborg fyri at fáa rækjuloyvið hjá felagnum.

Tummas Justinussen, stjóri, sigur við VP, at søluprísurin var nakað tann sami sum loyvini vóru keypt fyri upprunaliga.

- Vit hava kannað allar møguleikar, síðani vit seldu rækjutrolaran Havborg, antin at byggja nýtt skip ella keypa annað skip, men tað hevur ikki eydnast okkum, og tí gjørdu vit av at selja, sigur Tummas Justinussen.

- Loyvini einsamøll kundu ikki fíggja ein nýggjan rækjutrolara, og tað eydnaðist okkum ikki at finna eitt annað skip við einum prísi, sum vit vóru nøgdir við, sigur hann.

Rættindini at fiska rækjur eru í russiskum sjógvi, við Svalbard og í Eysturgrønlandi.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo