Neyvan nøkur kropsvenjing er betri fyri hjartað enn at rætta fólki eina hjálpandi hond
- John Andrew Holmes
Vinna

Úrslitið hjá P/F Tjaldur samtakinum í fjør var 58 milliónir krónur áðrenn skatt. Eftir skatt var úrslitið 46 milliónir krónur. Hetta stendur í ársfrágreiðingini hjá felagnum, nú rokniskapurin er góðkendur á aðalfundinum.  

Tjaldur samtakið hevur virksemi bæði í Føroyum og uttanlanda, og hevur eisini verið virkið innan fleiri vinnur síðstu árini. Størsta virksemi uttanfyri Føroyar er í Norra.

Móðurfelagið hevði eitt nettoúrslit eftir skatt á slakar 36 milliónir krónur.

Nevndarformaður í P/F Tjaldur er Rúni M. Hansen. Hinir nevndarlimirnir eru Helge Lund og Líggjas í Bø. Árni Rasmussen er stjóri.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo