Taparin rósar sigurharranum og minkar um ósigurin. Vinnarin rósar taparanum og veksur um sigurin
- úr Børkuvísum
Framsýningar

Fríggjadagin 13. januar kl. 16 til 18 letur ein framsýning við verkum hjá Philippe Carré upp í Galerie Focus í Havn.

Framsýningin verður opin til 26. januar, týsdag til fríggjadag kl. 15 til 18 og leygardag kl. 16 til 18.

Heiti á framsýningini er “Kvøldargarður”. Myndirnar eru at síggja á heimasíðuni www.galeriefocus.com.

À fernisering spæla: Sharon Weiss, Angelika Nielsen og Ívar Bærentsen

Philippe Carré er kendur fyri sínar tulkingar av føroyska landslagnum, bygdum, plássum og gøtum, sum kann fáa ein ævintýr kendan dám. Við á framsýningini í Galerie Focus hesaferð hevur Philippe Carré 45 myndir á pappíri, við blýanti, tusj og vatnlitum.n Tað er ein roynd at tekna staðið við tí metaforiska ella ævintýrliga, og tí sermerkta við júst hesum staðnum. Hetta eru tulkingar av ymsum støðum í oyggjunum, ið eru teknaðar loddrætt og kunnu tulkast sum gongutúrar gjøgnum  ávísar útvaldar gøtur. Vit síggja landsløg ella býarlandsløg umskapast, so tú hevur eina kenslu av risastórum gomlum trøum, av drangur, klettum og oyggjum, av totemsteyrum og stórum skipum. Hvørt einstakt stað inniheldur heildina, eins og hvørt einstakt menniskja inniheldur mannaættina.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo