Tað er hættisligt at hava rætt, tá hitt almenna er á skeivari leið
- Voltaire

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

- Summar arbeiða við hálvari ferð. Aðrar hava stongt fyribils, og aðrar umskipa framleiðsluna. Onkur hevur sent flestu starvsfólkini heim, og hjá nøkrum gongur dagurin næstan sum hann plagar

- Eg fái ikki sagt nakað um innihaldið enn, tí tað er umráðandi at øll politiska skipanin er við í hesum pakkanum, sigur Jørgen Niclasen, fíggjarmálaráðharri í viðmerking til VP

Fyrrapartin var streymslit í Vesturbýnun í Havn orsakað av einum kaðalbreki. Streymurin var burtur í lítlan tíma, men er nú aftur í øllum býarpartinum, sigur SEV

7340 persónar við kroronavirusi eru nú deyðir í Spania, upplýsur Heilsumálaráðið. Tað eru 812 fleiri síðani í gjár

Í dag 30-03-2020 er tann eini Fisk&Kips bilurin hjá Sjógæti farin til Vágar at selja

- endaliga vil eg gera vart við, at tað er altso nakað ódámligt, fyri ikki at siga andstyggiligt í hesum, at vit sum samfelag eru endað í tí standi, at fólk slatra um hvør annan vertikalt

Fyri fáum vikum síðani var tað nær 0

- Ráðgevarafelagið tekur fult undir við, at tilmælini at basa smittuspjaðingini verða fylgd, men heitir eisini á myndugleikarnar um at hava høvdið kalt

Ikoniska fjallið í Sveis hevur seinastu vikurnar havt eina aðra funktión enn vanligt

Fyri 9 døgum síðani vóru "bara" 35 deyð

Sostatt eru níggju persónar staðfestir smittaðir afturat seinasta samdøgrið

Donald Trump sigur at talið av deyðum í USA av koronavirusinum toppar um tvær vikur. Hann leingir eisini tiltøkini sum eru sett í verk til 30. apríl

Fríggjakvøldið vann filmurin Songs of Repression, Sangir sum kúga, altjóða virðislønina Dox:Award og Politiken:Danish:Dox Award í Keypmannahavn

Nils Smedegaard Andersen hevur eina bøn til danskar politikarar, um at hugsa um tær smáu, sjálvstøðugu fyritøkurnar

Heims Heilsustovnurin skrivar í fráboðan á Twitter at koronavirusið ikki er ein luftborin sjúka, men at hon verður breidd út við dropum, tá ið ein smittaður persónur hostar, nýsur ella tosar

Ágangurin hevur vart í fleiri ár sigur ákærumyndugleikin

Bæði í Noregi, Danmark og Svøríki royna myndugleikarnir at byrgja upp fyri at summi gera sær dælt av støðuni

Eyðun Jacobsen og Jóhan Danielsen undirhalda í Starabúrinum í kvøld

Úrslitið í fjør var hall uppá 5,4 milliónir krónur - nærum 10 milliónir verri enn árið frammanundan

- Nú er so lítið eftir til einasta gróthús av hesum slagnum á Sandi fer í søguna, tí at tíðarinnar tonn havur máað bakkan vekk

Bjartskygni var millum partarnar eftir at Mette Frederiksen hevði havt fund í dag við leiðarar úr vinnulívinum um at lata Danmark upp aftur

Rustu Recber, sum hevur leikt flest landsdystir í søguni fyri Turkaland, er innlagdur á sjúkrahús við korona. Hann hevur fyrr leikt við Barcelona

Tað er eitt sindur ymiskt hvat myndugleikarnir vænta í ymsu londunum

Best sum tamarhald var á støðuni verða nú nýggir tilburðir funnir, har fólk eru smittað av øðrum sum hava ferðast til landið

Átta persónar umkomust tá ið eitt flogfar sum var leigað til at flyta koronasjúklingar datt niður undir fráferð á flogvøllinum í Manila í Filippinunum

Ungdómurin dansar víðari

Arbeiðsloysið er fleirfaldað í tvær vikur. Hjá Arbeiðsloysisskipanini arbeiða tey uttan íhald fyri at fáa allar umsóknirnar avgreiddar

Gianfranco Contri býr í landslutinum Emilia Romagna í Norðuritalia sum er hart rakt av korona smittuni

– Hennara mál er at tjena stórar pengar skjótt, og alheimsfarsóttin hevur skapt perfekt viðurskifti til tað, sigur Michael Franzese, fyrrverandi limur í Cosa Nostra

- Danmark skal ikki vera afturlatið ein einasta dag meira enn neyðugt

Politiið hevur sæð fleiri dømi um greið brot um vikuskiftið

Samstundis frættist, at í alt 70 føroyingar eru staðfestir frískir

Kim Kielsen hevur avgjørt at banna sølu av bjóri, víni og øðrum alkohol drikkum. Forboðið kemur í gildi beinanvegin, men er bert galdandi fyri Nuuk, Kapisillit og Qeqertarsuatsiaat

Íslendska felagið Samherji var í rættiligum ódnarveðri í heyst, og toppsjefurin tók sær ein steðg, meðan norskir advokatar kannaðu. Nú skal hann føra felagið gjøgnum koronakreppuna

Juventus sparur um 90 milliónir evrur við at leikararnir fara niður í løn komandi mánaðirnar. Tað er galdandi fyri apríl, mai og juni

Ein nýføðingur í Chicago doyði av koronavirusinum, skrivar CNN. Hetta er fyrsti nýføðingur sum doyr í USA í sambandi við koronasjúkuna

- Um verandi kappingar skulu leikast lidnar, so mugu tær byrja aftur seinast í juni, sigur Aleksander Ceferin

Epidemikommisjónin mælir til, at bara fastbúgvandi føroyingar ferðast til Føroya á páskum. Øll, ið ferðast til Føroyar, eiga at fara í heimauppihald í 14 dagar

Stóra suksessin frá seinasta leygarkvøldið, tá ið Hallur, Beddi og Pauli undirhildu við stovukonsert, verður endurtikin í kvøld

- Allir borgarar mega standa saman við landsins myndugleikum, so at sóttin ikki fær fastatøkur á fólkinum. Nú eiga vit at tæna Guði uttanfyri halgidómin við at geva medmenniskjum okkara gætur

Talið á teimum sum eru deyð av korona í Italia er nú farið yvir 10.000, upplýsa italsku myndugleikarnir

Sjúklingar á yvirfyltu sjúkrahúsunum í Italia og Fraklandi verða fluttir til Týsklands

Koronasmittan orsøkin til at frálandsskipini hjá Skansi Offshore koma heim til Føroya at skifta manning. Í morgun kom Kongsborg, og mánadagin kemur Eldborg

Leiðreglurnar fyri tey, ið hava fingið staðfest coronasmittuna, verða nú herdar. Uttan mun til nær tey hava havt seinastu sjúkueyðkenni, so skulu tey nú verða í sóttarhaldi í 14 dagar eftir staðfesta smittu

Yvir 1000 persónar eru deyðir av koronavirusinum í Bretlandi. Tað upplýsur bretska heilsuverkið NHS seinnapartin í dag

Koronakreppan hevur ikki minkað virksemið hjá Bakkafrost

Nýggjastu leiðreglurnar, sum vóru sendar heilsustarvsfólkum í gjár, siga, at ein persónur skal vera í sóttarhaldi 7 dagar eftir at viðkomandi er symptomfríur

Formliga eitur tað, at klokkan 01.00 seinasta sunnudag í mars verður klokkan flutt til 02.00