Tey val, vit gera gjøgnum lívið, avgera okkara lagnu og eru okkara egna ábyrgd
- Eleanor Roosevelt
local.fo

News in English

Vinna

Trolarin Polarhav hjá JFK hevur staðið fastur á Skála Skipasmiðju í eina góða viku.

Vognurin, sum skipið stendur á, er farin av lunnunum, og skipið fæst hvørki oman ella niðan.

Hanus Hansen, stjóri á JFK, sigur við VP, at fyribils verður bara bíðað ímeðan teir á skipasmiðjuni royna at fáa skipið á flot aftur.

- Beint í løtuni er tað nokk ein størri trupulleiki hjá skipasmiðjuni enn hjá okkum, sigur hann, og vísir til stjóran á Skála Skipasmiðju.

Mouritz Mohr váttar, at tað hava staðist avbjóðingar av at fáa Polarhavið á sjógv aftur.

- Vognurin er avsporaður, og vit fáa útgerð uttaneftir í næstum, sum skal gera tað lættari. Hatta er ikki nakað lætt skip, sigur Mouritz Mohr, stjóri á Skála Skipastmiðju við VP.

Hann sigur, at hetta er ikki ein trupulleiki, sum teir renna seg í ofta, og tí hevur tað tikið eitt sindur av tíð.

Polarhavið partrolar vanliga við Stjørnuni eftir upsa og gullaksi.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo