Jú svartari náttin, tess bjartari glottin
- Ludvík á Brekku
Onnur tíðindi

- Sum málið liggur nú er øll orsøk til at halda, at kriminell við nógvari orku, eisini til at fremja harðskap, standa aftanfyri burturføringini av Anne-Elisabeth Hagen.

Tað sigur norska politiið í eini kunning til almenning, sambært VG.

Politiið ávarar samstundis um, at tað væl kann hugsast at brotsmenninir liggja uppá lúr og bíða eftir at fremja næstu atsóknina, antin ímóti somu ríkmannafamilju ella onkrum øðrum.

69 ára gamla kvinnan hvarv úr heimi sínum í Lørenskog eystanfyri Oslo 31. oktober í fjør og ongin hevur sæð hana síðani. Gerningsmenninir vilja hava eina milliónaupphædd fyri at lata hana leysa, men nú í nakrar mánaðir hevur ongin frætt frá teimum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo