Tú veitst ikki, hvat tú veitst, fyrrenn tú veitst, hvat tú ikki veitst
- Lawrence J. Peter
local.fo

News in English

Onnur tíðindi

Politiið í brasilianska stórbýnum Rio de Janeiro hevur fimm teir fyrstu mánaðirnar í ár dripið í miðal fimm fólk um dagin, ella tilsamans 714 fólk. Tað er 20% meira enn somu tíð í fjør, vísa hagtølini.

Tað er náðileysa stríðið sum myndugleikarnir føra ímóti kriminellum og rúsevnasmuglarum, sum elva til høga talið á deyðum, og tað er sum tað skal vera, sigur guvernørurin í Rio, Wilzon Witzel.

- So leingi sum eg siti við valdinum, so skulu tit rokna við at hetta talið fer at vaksa, hevur hann sagt.

- Vit liva í eini tíð, har tey kriminellu alla tíðina royn okkara mørk. Men tað koma tey ikki væl frá, hevur Wilzon Witzel sagt. Hann hevur eisini sagt alment, at tað er í lagi at politiið ger enda á vápnaðum, kriminellum, eisini um tey ikki eru nøkur beinleiðis hóttan tá tey verða dripin.

Samstundis sum politiið drepur fleiri og fleiri fólk, so er talið á morðum, sum vanlig fólk hava framt, minkað við 24% síðani ársskiftið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo