Hægsti vísdómur er at vita, at tú veitst onki
- Sokrates
Onnur tíðindi

Hetta vikuskiftið hevur ikki verið nógv øðrvísi enn so nógv onnur. Ella, sum vakthavandi á politistøðini í Havn velur at orða seg: Onki óvanligt á vási.

Nógvir bilar vórðu við í ferðslukanning um vikuskiftið, bæði í Havn og á bygd, men sum heild var alt sum tað skuldi vera. Eisini skeinkistøð í Havn, Fuglafirði, Runavík og Klaksvík vórðu kannað, men politiið hevði onga orsøk at gera nakað mál burturúr nøkrum.

Heilt so einfalt var tað tó ikki í tveimum førum, tá politiviðtøkurnar vórðu brotnar. Tað plagar at útloysa eina bót til tann sum fremur brotið.

Í tí eina førinum spann øði í eitt fólk í einum bili, har førarin skuldi prógva at hann ikki koyrdi ávirkaður av rúsdrekka. 

- Longutong var á lofti, og tað tíma vit ikki at finna okkum í, so tí fær viðkomandi nú eina bót fyri brot á politiviðtøkurnar, sigur vakthavandi sum leggur afturat, at annars var alt í lagi hjá bilføraranum.

Í einum øðrum máli stóð ein maður og pissaði á vegin uttanfyri eitt skeinkistað í Havn, har politiið var á gátt og kannaði um treytirnar í skeinkiloyvinum vórðu hildnar.

- Tað er ikki í lagi at kasta sær av vatninum soleiðis, og tí verður eisini hesin persónurin skrivaður fyri brot á politiviðtøkurnar og fær eina heilsan frá okkum, sigur vakthavandi.

Harumframt er blóðroynd tikin av einum bilførarara, har illgruni var um, at viðkomandi hevði meira alkohol í blóðinum enn loyvt er, og nú bíða tey eftir úrslitinum av royndini.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo