Narkodeildin hjá politinum fær javnan upplýsingar um, hvar narkotika er at finna og hvør selur.
Vakthavandi á politistøðini í Havn upplýsir, at í samband við G-festivalin í Gøtu hetta vikuskiftið hevur eitt átak verið, sum eisini lutvíst bygdi á upplýsingar sum politiið hevði frá fólki, men onki mál stóðst kortini burturúr átakinum.
Vikuskiftið hevur verið stak friðarligt, sambært vakthavandi.
- Vit hava verið til staðar í Vágum har Vestanstevna hevur verið, í Gøtu og so í Havn, men onki mál av týdningi er hetta vikuskiftið, sigur vakthavandi.
Okkurt smávegis ferðsluóhapp hevur verið og eisini er onkur skrivaður fyri brot á politiviðtøkurnar, men hetta er alt slíkt sum av politinum verður roknað sum smáting.
- Tað var óluksáliga nógv fólk úti og lagið var gott. Men vit halda, at tá politiið er sjónligt á staðnum, so hevur tað ein kyrrandi virknað, leggur hann afturat.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo