At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill
Politikkur

Kristianna Winther Poulsen, løgtingskvinna fyri Javnaðarflokkin, hevur gjørt av at lesa øll síni lesarabrøv inn á ljóðfílur, soleiðis at fólk við orðblindni betur kunnu fylgja við í valstríðnum. Hon vónar, at onnur valevni velja at gera tað sama. 

Fyri flestu okkara er tað at lesa ein natúrligur partur av gerandisdegnum. Vit lesa bløð, bøkur, vegaskelti og mangt annað, og vit samskifta skrivliga á netinum uttan trupulleikar. Lesingin fellur teimum flestu líka so lætt sum at draga andan. Men ein partur av okkum, og helst fleiri, enn vit høvdu roknað við, hava trupulleikar við lesing og skriving og stríðast við orðblindni. 

- Tað er sera týdningarmikið, at vit megna at lofta menniskjum við orðblindni nóg tíðliga og á rættan hátt. Hetta krevur raðfesting, rættar førleikar og økta upplýsing um trupulleikarnar at liva við orðblindni og um møguleikar fyri hjálp, sigur Kristianna Winther Poulsen í lesarabrævi í dag og kunnger samstundis, at hon fram til løgtingsvalið 2019 fer at lesa síni lesarabrøv inn, so at til ber at hoyra tey á heimasíðuni hjá Javnaðarflokkinum og á hennara Facebook-síðu. 

- Við at lesa tekstin inn strimba vit atkomuna hjá fólki við orðblindni, so tey betur kunnu luttaka í valinum. Hetta er eisini gott fyri fólkaræðið, og tí vóni eg, at onnur valevni gera tað sama. Harumframt vísi eg í mínum lesarabrævi á ymisk viðurskifti, sum vit eiga at betra fyri børn og vaksin við orðblindni, sigur Kristianna Winther Poulsen.

Alt lesarabrævið kann lesast: trýst her 

Og hoyrast: trýst her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo