Sterkar kvinnur kunnu bert vera giftar við veikum monnum
- Betty Davis
local.fo

News in English

Politikkur

Javnaðarflokkurin hevur sent eina lýsing í hvørt hús, har hann sigur seg vilja føra politikk fyri vaksin. Og bara vaksin.

Og Fólkaflokkurin er meira enn bondskur í síni útihýsing av summum fólkum.

Fólk ganga á okkum í Tjóðveldi og spyrja, hvat tey meina. Mítt svar er, at eg veit ikki.

Men eg veit, at Tjóðveldi áhaldandi virkar fyri at føra politikk fyri alla tjóðina. Vit vilja byggja Føroyar fyri allar landsins íbúgvar.

Vit kunnu gamaní ikki bjóða fjollut skemt um tjóðarbygging og molar av donsku fíggjarlógini. Ella hatskan retorikk.

Men vit kunnu bjóða tjóðini eina leið inn í framtíðina. Og hendan sama leiðin skolar ígjøgnum stóran part av heiminum í løtuni.

Eitt av átøkunum, sum gav grønu flokkunum stórt viðrák á valinum til ES-tingið, eru tey 17 burðardyggu heimsmálini hjá ST.

Tey 193 londini í ST hava sæð skriftina á vegginum. 

Vit kunnu ikki troyta heimsins tilfeingi og náttúru ótálmað, og vit eiga ikki at lata stórar partar av heimsins íbúgvum liva í trega.

Heimsmálini snúgva seg m.a. um burðardygga menning á landi og til havs og samstørv tvørtur um landamørk.

Tey snúgva seg um heilsu og vælveru, veðurlagsbroytingar, at basa fátækradømi, skapa javnstøðu, veita øllum útbúgving, minka um ójavna og geva øllum møguleikan at skapa sær eitt virðiligt lív.

Tey snúgva seg eisini um, at vit øll fata, at vit eru bundin saman í eina ringrás, har ongin sleppur undan at taka ábyrgd. Samstundis sum vit skapa búskaparvøkstur.

Í veruleikanum ber til at siga, at heimsins lond ásanna, at næstrakærleikin røkkur longst – og byggir tjóðir og allan heim.

Vit bóru heimsmálini fram í Føroyum, tí kjakið má víðkast til at snúgva seg um okkara lívsgrundarlag. Fyri børn, ung og vaksin. Fyri verandi og komandi ættarlið.

Evropa sær tað. ST sær tað. Vónandi síggja eisini hinir føroysku flokkarnir tað. 

Og vit samstarva fegin í Føroyum, á fólkatingi og kring allan heim við onnur um at byggja land á burðardyggum grundarlag.

Magni Arge, valevni hjá Tjóðveldi

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo