Skalt tú fáa nakað stórt av skafti mást tú meira enn bara dáma títt arbeiði
- Steve Jobs
Lesarin skrivar

Nógv standa ivaleyst spyrjandi, nú Mentamálaráðið hevur átikið sær leiklutin sum yvirdómari í starvsfólkamálum hjá Kringvarpinum. Stýrið er óheft av stovninum, men nú verður stjórin í stovninum undirgrivin av sjálvum politiska myndugleikanum.

Hetta málið byrjar av álvara at lukta av politiskari maktmisnýtslu og politiskari stýring av størsta miðlinum í landinum.

Mentamálaráðið hevur til høvuðsendamáls, sambært heimasíðuni mmr.fo, "at virka fyri, at politisku málini hjá landsstýrismanninum verða rokkin á ein skynsaman hátt til gagns fyri land og fólk.".

Tað kann tí tykjast margháttligt, at politiski myndugleiking skal innblandast í eitt starvsfólkamál á stovninum.

Sjálvt Kringvarpsstýrið vísir starvsfólkamál frá sær, fyri ikki at blanda seg ov nógv í dagliga virksemið hjá Kringvarpinum, og soleiðis seta óheftnið hjá stovninum í vanda.

Hesa støðu hevur Kringvarpsstýrið, sum við hesum vísir, at tey hava skilt ta stóru myndina.

Tað sær ikki út til at MMR hevur skilt nakað.

Men hvat sigur lógin, og hvat ætlaði Løgtingið?

Ætlaði Løgtingið at politiski fyrisitingarmyndugleiking, Mentamálaráðið, skuldi innblandast tá viðvíkur setanir og uppsøgnir av deildarstjórum í Kringvarpinum?

Tíbetur hevur Føroya Løgting fingið eina góða heimasíðuskipan, har ið ber til at hyggja at málum og fylgja við, bæði skjølum og tingviðgerð. Hetta gevur gjøgnumskygni, og styrkir fólkaræðið.

Um hugt verður í tingmál 114/2005 Uppskot til løgtingslóg um kringvarp (trýst her), sæst at áðrenn lógaruppskotið varð lagt fyri Tingið hevur tað verið úti hjá ymsum pørtum til hoyring, og sæst í skjali 7, dagfest 30/3/2006, at Kringvarp Føroya ger viðmerkingar til uppskotið frá MMR og innleiðir við at siga á s.1:

"Vit fegnast um, at tað við ásetingini um eitt stýri verður sett eitt skott ímillum landsstýrismannin og stovnsleiðsluna, og vónandi fer skipanin at beina burtur allan iva um, at valdið kann ávirka programmvirksemið."

Víðari sigur Kringvarp Føroya á s. 3:

"Í grein 5, stk 3 er ásett, at stýrið skal seta og loysa úr starvi deildarleiðarar eftir innstilling frá stjóranum. Kringvarpið metir, at henda ásetingin kann verða óheppin. Deildarleiðararnir útinna sína dagligu leiðslu innan rakstur og programmvirksemi við ábyrgd yvirfyri stjórnini, og tí meta vit, at setanarmyndugleikin yvir hesum størvum náttúrliga eigur at liggja hjá stjórnini. Einans stjórnin hevur tilvísing til stýrið.

...

Tí mæla vit til, at vanliga skipanin verður brúkt, har stýrið setir/loysir úr starvi stjórnina, sum síðan setir/loysir úr starvi øll onnur starvsfólk."

Hetta ynskið hjá Kringvarpi Føroya verður eftir øllum at døma eftirlíkað, tí í framlagda lógaruppskotinum 114/2005 er ásetingin um at stýrið skal seta og loysa úr starvi deildarleiðarar, strikað.

Viðmerkingarnar til lógaruppskotið siga á síðu 13 til §6: "Stjórin setir starvsfólk og loysir starvsfólk úr starvi..

Tað er tí ongin ivi um, at tað er endamálið við lógini, at KVF skal kunna virka óheft av politiska myndugleikanum. Hetta verður staðfest, við at eitt Stýri verður lagt ímillum politiska myndugleikan og stovnin. So óheftur skal hesin stovnurin vera, at Kringvarpsstýrið enntá ikki skal blandast uppí setanir og uppsøgnir av deildarstjórum.

Tí er talan um eina totala kortslutning av skipanini, ið nú verður framd av MMR, sum loypur inn á øki, sum sjálvt Kringvarpsstýrið ikki sær seg hava heimild til, og setur ein deildarstjóra í starv aftur, sum stjórin hevur uppsagt. MMR átekur sær sjálvt ein leiklut, ið Tingið absolutt ikki ynskti at politiska fyrisitingin skuldi hava.

MMR krøkir seg í, at í lógini um Kringvarp stendur í §23: "Fyrisitingarlig avgerð, ið er tikin av Kringvarpi Føroya, kann kærast til landsstýrismannin í mentamálum.".

Hvat man so hetta meinast við, í ljósinum av omanfyri nevnda óheftni?

Jú, í viðmerkingunum til hesa lógargrein stendur á s. 19:

"Fyrisitingarlig avgerð, tikin av Kringvarpi Føroya, kann kærast til landsstýrismannin. Fyrisitingarlig avgerð í hesum høpi er t.d. tikin av í sambandi við kringvarpsgjald.".

Tað vil siga, at heldur ikki her er nøkur ábending um at henda lógargrein skal hava til endamáls at stuðla politiskari uppíblanding í setan og uppsøgn av fólki.

Hetta kann, sum nevnt, finnast fram bert við at brúka eina lítla løtu uppá at lesa lógaruppskot, og síggjast kann út frá hesum ein klokkuklár mynd av at endamálið við lógini er at forða politiskari uppíblanding, ikki at fremja hana.

So hví klárar løgfrøðiligi førleikin í MMR ikki at gjøgnumskoða hetta og síggja heildarmyndina?

Er ráðið løgfrøðiliga inkompetent?

Ella er veruliga talan um at landsstýriskvinnan gevur politisk harraboð til síni embætisfólk?

Her er í øllum førum okkurt, sum ikki ruggar rætt.

Spyrjandi

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo