Søtur er sjálvgivin biti
- Føroyskt orðatak
local.fo

News in English

Tiltøk

Sunnudagin 18. desember, í morgin, kl. 15:00 á Speaker's corner, uttanfyri Løgtingið, verður skipað fyri samhugatiltaki fyri Aleppo.

Fyriskiparar av tiltakinum eru Huxa, Ungmannafelagið Samband, Sosialistisk Ung, Ungt Sjálvstýri, Unga Tjóðveldið og Framsøkin Ung í samstarvi við Amnesty International Føroya Deild og Reyða Kross.

Stríðið í Sýria heldur á fram, hús og heim sundur sorað, bumbur javnan, familjur lata lív og onnur myrd. Umstøðurnar eru ómenniskjasligar, og tað er alt ov ótrygt at verða verandi.

Kundi tú ímyndað tær, at tú vart fangað/ur í hesum stað? At tú als ikki hevði møguleikan at sleppa tær til rýmingar? Hetta er støðan í dag í Aleppo, tíggjutalstúsund fólk eru í dag fangað í býnum. 

Assad og Putin sita við ábyrgdini av økinum nú, og tað eru sostatt teir, sum sita við maktini, ábyrgdini og møguleikanum at fáa fólkini trygt úr Aleppo. 

Við samhugatiltakinum vísa vit, at vit eru við Aleppo og leggja trýst á valdshavararnar, sum alt fyri eitt mugu gera sítt til, at øll koma til eitt trygt stað.

Í løtuni eru nakrir glottar at hóma, har nøkur fólk eru sloppin trygt avstað, men stríðið er ikki endað, fyrr enn seinasti persónurin er sloppin trygt úr býnum. Tað er alt avgerandi, at vit sum samfelag stuðla og leggja trýst á, har trýst skal leggjast á.

Fyriskiparar av tiltakinum eru Huxa, Ungmannafelagið Samband, Sosialistisk Ung, Ungt Sjálvstýri, Unga Tjóðveldið og Framsøkin Ung í samstarvi við Amnesty International Føroya Deild og Reyða Kross.

Møtið fjølment sunnudagin 18. desember kl. 15:00. Á skránni eru røður, tónleikur og møguleiki er fyri at tendra ljós og faklar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo