Sterkar kvinnur kunnu bert vera giftar við veikum monnum
- Betty Davis
local.fo

News in English

Onnur tíðindi

Politisku valfeløgini í Suðuroynni skipa fyri stórum, spennandi fólkafundi leygardagin 11. mai.

Tiltakið er ókeypis og byrjar kl 10 og endar kl 17.

Leiðandi politikarar úr øllum flokkum taka lut, eins og umboð fyri politisku ungmannafeløgini er við.

Hugsjónin við fólkafundinum er at fáa politikaran í eygnahædd við borgaran, soleiðis at veljari og makthavari møtast á jøvnum støði.

Aktuel og viðkomandi evni verða viðgjørd – høvi verður at seta spurningar og hitta politikararnar.

Fyrireikararnir leggja doyðin á ein livandi og virknan sosialan og poltiskan dag við framløgum, atkvøðugreiðslum, speekers corner, øðrvísi innsløgum, har flokkartnir seta hvør øðrum spurningum.

Fundurin endar við einum formanspallborði.

Á middegi verður smyrjibreyð, og kaffisteðgur er kl 15.

Jón Brian Vidtfeldt verður orðstýrari og dagurin verður stroymaður.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo