Taparin rósar sigurharranum og minkar um ósigurin. Vinnarin rósar taparanum og veksur um sigurin
- úr Børkuvísum
Lesarin skrivar

Eg mundi fingið kaffimunnin í rangastrúpan nú ein morgunin, eg setti meg at lesa tíðindini heiman úr Føroyum. Nú skuldi stuðulin til ”professionellu” listafólkini nevniliga tvífaldast sambært Rigmor Dam.

Altso, um eg eri professionellur listamaður, tørvar mær ikki at landið skal rinda fyri mítt uppihald og yrki.

Ein kundi hugsað sær ramaskríggið frá reyðu elituni, um nú t.d. Gulak Madsen, sum ikki býr í Føroyum, fekk almenna løn úr Føroyum uttan nakrar treytir í 3 ár, væl at merkja afturat síni verandi inntøku.

Gaman í, eg eins og flest onnur havi stóra fragd av føroyskari list í alskyns hami, eins og eg gleðist um at tað almenna stuðlar undir at gera tað gjørligt hjá hesum litríku fólkum at búleikast á klettunum.

Men mær tykir at peningurin longu sum er, verður søplaður burtur til populismu, m.a at bjóða einum útiseta heim at móttaka 150.000 kr.

Viðkomandi hevði júst frammanundan hótt við at gelda avvarðandi landsstýrismann, og kann hetta tí tykjast sum heldur løgin tøkk.

Hetta er tíanverri langt í frá eindømi. Kagar tú inn á heimasíðuna, sært tú, at á hvørjum ári fara millum 40 & 60% av tøka peninginum til listafólk sum hava valt at búseta seg uttanlands.

Eg havi einki ímóti hesum allarhelst dugnaligu útisetunum, men vildi nú til eina og hvørja tíð hildið tað vera mest hóskandi at hesin grunnur stuðlar fólki sum, hóast avmarkaðar møguleikar, velja at búsetast og arbeiða í Føroyum.

Tað er so heilt vist at tað hevði verið eitt ramaskríggj í eitt nú Danmark, um helvtin av pengunum hjá dansk kulturfondinum fór til fólk sum ikki búðu í Danmark.

Niklas Jacobsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo