Gud hevur givið okkum tvær hendur: Aðra at geva við og hina at taka ímóti við
- Billy Graham
local.fo

News in English

Vinna

Í vikuni hevur Posta yvirtikið shippingvirksemið hjá North West Chartering, sum Jógvan L. Rasmussen hevur átt og rikið í nógv ár.

Virksemið er mest innan stórflutning av bulkfarmi og øðrum stórflutningi m.a. innan byggi- og projektvinnu, har NWC er millumlið millum skipaeigarar og kundar, sum hava brúk fyri stórflutningi.

NWC finnur rætta skipið til farmin og avtalar farmaprís og treytir millum partarnar. Allar flutningsavtalur verða grundaðar á altjóða góðkendar flutningstreytir. Virksemið hjá NWC er mest í Føroyum, Noregi og Íslandi.

Jógvan L. Rasmussen verður í starvi hjá Posta hálvt ár fram og verður eisini tøkur eftir hetta. Tórhallur Thomsen, sum frammanundan er leiðari fyri innlendisflutningi hjá Posta, verður leiðari fyri shippingdeildina hjá Posta, North West Chartering.

“Posta og NWC hava í fleiri ár verið í samskifti um at Posta skal keypa virksemið hjá NWC, og haldi eg, at Posta er rætta fyritøkan at taka NWC áfram og víðka um virksemið”, sigur Jógvan L. Rasmussen.

Joel undir Leitinum, stjóri á Posta sigur at “keypið av NWC er liður í framhaldandi vakstrarstrategiini hjá Posta. NWC hóskar væl inn í virksemi okkara innan flutning, verði tað seg stórt ella smátt. NWC er eitt sterkt brand á marknaðinum fyri stórflutning og er tað okkara uppgáva at styrkja støðuna hjá NWC í Norðurhøvum”.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo