Neyvan nøkur kropsvenjing er betri fyri hjartað enn at rætta fólki eina hjálpandi hond
- John Andrew Holmes
Tónleikur

Poul Jákup Thomsen er gamal í garði og kendur av hvørjum mansbarni í Føroyum. Hann var ein av violinleikarnum, sum spældi við í gamla Kamarorkestrinum hjá Tórshavnar Musikkskúla, sum virkaði undan Symfoniorkestrinum, og sum var ein týðandi partur av grundarlagnum, tá ið Føroya Symfoniorkestur bleiv stovnað í 1983.

Hóast hann í dag í øllum lítillætni sigur seg bert duga at spæla fyri børnum, so spældi Poul Jákup violin við orkestrinum, inntil hann í 1994 gjørdist formaður. Tá var farið undir at økja um virksemið hjá orkestrinum og gjørdust tá skjótt ikki stundir til bæði at vera formaður og virkin tónleikari.

Poul Jákup valdi tí heldur at standa fyri at menna orkestrið. Væl hevur ligið fyri at at stýra gongdini, Poul Jákup hevur m.a. leiðsluútbúgvingar frá Civilforsvaret og frá Robert Gordon University í Aberdeen.

Onkur tók til, at Poul Jákup nú gevst á toppinum. 25 ár eftir at hann tók við sum stjóri í Føroya Symfoniorkestri, leggur hann nú frá sær.
 Øll vita, at orkestrið hevur ment seg nógv seinastu nógvu árini, og tað sær eisini út til, at spælararnir trívast væl, tá symfoniorkestrið er samlað.

Við útvarpið segði Poul Jákup, at hann setti sær nøkur mál, tá hann bleiv settur sum stjóri í symfoniorkestrinum - og hann heldur seg hava rokkið teimum flestu málunum. Flestu onnur meta, at hann ikki bara rakk málunum, men kom munandi longur, enn hann vil viðganga.

Í vikuni vitjaði Poul Jákup borgarstjóran í Havn, Anniku Olsen, har borgarstjórin takkaði honum fyri hansara ótróyttiliga arbeiði við at lyfta Føroya Symfoniorkestur upp á altjóða støði. Eisini handaði hon Poul Jákupi eina viðurkenning.

---

Í sambandi við nógvu umrøðuna av Føroya Symfoniorkestri í seinastuni er m.a. komið fram, at orkestrið er sera vælumtókt á Youtube. Ein av framførðslunum hjá orkestrinum er spæld nærum 5 miljónir ferðir.

Talan er um eina framførðslu, har oboleikarin Henrik Chaim Goldschmidt spælir "Gabriel's Oboe" eftir Ennio Morricone's saman við Føroya Symfoniorkestri í Norðurlandahúsinum. Lagið er kent úr filminum ”The Mission”.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo