Sterkar kvinnur kunnu bert vera giftar við veikum monnum
- Betty Davis
local.fo

News in English

Politikkur

Landsstýrismaðurin í uttanríkismálum, Poul Michelsen, hevur tikið avgerð um at føroysk sendistova verður sett á stovn í Beijing í Kina frá 1. august 2019.

Hetta skrivar Uttanríkis- og vinnumálaráðið á heimasíðuni.

Í hesum sambandi er Sigmundur Ísfeld tilnevndur sum sendimaður á nýggju føroysku sendistovuni.

Sigmundur Ísfeld er 53 ára gamal, og útbúgvin stjórnmálafrøðingur frá universitetinum í Bergen.  Sigmundur Ísfeld hevur drúgvar royndir í føroysku fyrisitingini og við uttanlandsmálum. Hann arbeiddi sum fulltrúi i í Vinnumálaráðnum í árunum 1996 til 1998, tá hann fekk starv í uttanríkistænastuni, har hann hevur arbeitt síðani.

Í árunum 2005 – 2008 var Sigmundur Ísfeld sendimaður Føroya í London.  Síðani 2012 hevur hann verið sendimaður í Keypmannahavn; tey tvey seinastu árini við starvstaði í Føroyum, har Sigmundur Ísfeld samstundis hevur staðið fyri arbeiðinum at virka fyri at fáa handilsavtalur við lond í fjareystri.

Nýtt sendifólk í Keypmannahavn verður tilnevnt í næstum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo