Skal eg velja ímillum frið og rættvísi, so velji eg rættvísi
- Theodore Roosevelt
local.fo

News in English

Vinna

Landsstýrismaðurin hevur svarað spurningi frá Paula T. Petersen, tingmanni, um galdandi stuðulsskipanir innan ferðavinnuna.

Spurningurin var soljóðandi:

Hvat heldur landsstýrismaðurin um tann stuðul, sum Visit Faroe Islands letur til summi øki í landinum?

Heldur landsstýrismaðurin tað vera rætt, at ein kunningarstova er fyri alla Streymoynna, og sum er rikin við stuðli úr landskassanum, ímeðan tað til dømis í Eysturoynni eru tvær?

Ætlar landsstýrismaðurin at fylgja tilmælinum í heildarætlanini um ferðavinnuna í Føroyum, og brúka hesa stuðulspulju, sum í dag fer til at reka kunningarstovur í summum pørtum av landinum, øðrvísi og meira skynsamt?

Nær væntar landsstýrismaðurin, at hesin parturin av heildarætlanini verður settur í verk?

svar frá landsstýrismanninum er soljóðandi:

1. Eg haldi, at tíðin er farin frá galdandi stuðulsskipan innan ferðavinnuna, har Visit Faroe Islands letur økisferðavinnufeløgunum kring landið stuðul. Fleiri veikleikar eru við galdandi skipan, sum tala fyri, at hon verður endurskoðað.

Fyri tað fyrsta, so eru tað ikki øll øki í landinum, sum eru fevnd av stuðlinum. Summar bygdir, til dømis Vestmanna, hava fleiri ferðir roynt at fáa lut í stuðlinum, sum í dag verður latin kunningarstovunum. Verandi skipan er tó so mikið fastlæst, at tað ikki hevur verið møguligt, hóast Vestmanna er kent fyri ferðavinnuvirksemi sítt.

Ein annar vansi við galdandi skipan er, at tað er sera avmarkað, hvussu nógv ferðavinnumenning spyrst burturúr, tá tú býtir eina avmarkaða játtan sundur í 6 eins stór petti, uttan at leggja upp fyri ymisleikum millum økini.

Avgerandi grundgevingin fyri at broyta skipanina er tó, at galdandi stuðulsskipan er við til at halda fast í einum ótíðarhóskandi bygnaði. Hóast talan er um stuðulsupphæddir, sum eru lutfalsliga lágar, hevur sjálv skipanin avgerandi týdning fyri, hvussu bygnaðurin í ferðavinnuni er. So leingi stuðulin verður veittur eftir sama leisti sum í dag, verður avbjóðandi at fremja neyðugu bygnaðarbroytingar.

Verandi støða er heldur ikki haldbar fyri kunningarstovurnar, sum oftast mugu stríðast fyri at fáa endarnar at røkka saman. Orsøkin er, at kunningarstovurnar onkursvegna eru í einum ongamannalandi í dag, har ongin kennir veruliga ábyrgd av at raðfesta og fíggja hetta virksemið. Tað er ein óhaldbar støða fyri kunningarstovurnar, sum jú røkja eina týðandi funktión innan ferðavinnuna. Eg eri sannførdur um, at tað hevði verið ein fyrimunur fyri kunningarstovurnar, staðfesta vit, at ognarskapurin og ábyrgdin liggur hjá kommununum í samstarvi við vinnuna í økinum. Tær flestu kunningarstovurnar eru longu sum nú er ein sameindur partur av kommunala virkseminum og standa m.a. fyri kommunalum trivnaðarátøkum av ymsum slagi, sum ikki altíð hava nakað við ferðavinnuna at gera.

Eg eri tí samdur við arbeiðsbólkinum handan heildarætlanina um ferðavinnu, at tørvur er á at endurskoða bygnaðin innan ferðavinnuna, soleiðis at hann er meira í samsvari við ta menning og tær avbjóðingar, vaksandi ferðavinnan hevur við sær. Hetta krevur m.a., at vit endurskoða tær stuðulsskipanir, sum vórðu settar í verk undir heilt øðrum fortreytum, enn tær sum eru galdandi í dag. Tí havi eg skotið upp, at vit fylgja tilmælunum í heildarætlanini, sum ein samdur arbeiðsbólkur stendur aftanfyri. Niðanfyri verður greitt nærri frá hesum.

2. Galdandi skipan er soleiðis háttað, at stuðulin úr landskassanum verður latin teimum 6 økisferðavinnufeløgunum kring landið. Síðani eru tað økisferðavinnufeløgini, ið avgera, hvussu stuðulin verður brúktur. Í flestu førum verður stuðulin brúktur sum ískoyti til raksturin hjá kunningarstovunum kring landið. Tað er einans í Suðuroy, at stuðulin ikki fer til at reka kunningarstovurnar. Í Suðuroy eru kunningarstovurnar riknar av ávikavist Tvøroyrar- og Vágs kommunu. Í Eysturoynni eru tvær kunningarstovur og hevur økisferðavinnufelagið valt at býta stuðulin á 240 tús. kr. frá landinum í tvey, soleiðis at báðar kunningarstovurnar í økinum fáa eins stóra upphædd í stuðli frá landinum.

Eg haldi ikki, at tað er rímiligt, at Norðurstreymoy er útihýst frá at fáa stuðul sambært galdandi skipan. Tað er, sum nevnt, eitt tekin um, at galdandi skipan er ov stirvin, tá hon ikki javnsetir øll øki í landinum, og tí er eisini neyðugt at endurskoða skipanina.

3. Ja. Sum eg boðaði frá, tá aðalorðaskifti var um ferðavinnuna í Løgtinginum, so havi eg skotið upp at fylgja tilmælunum í heildarætlanini um nýggjan bygnað innan ferðavinnuna. Lógaruppskotið, sum fremur hesar broytingar í verki, er liðugt og fer til 1. viðgerð í Løgtinginum týsdagin 5. desember.

Avgerandi broytingin er, at nýggj menningardeild verður sett á stovn undir Visit Faroe Islands. Ætlanin er, at nýggja deildin skal vera drívmegin handan ferðavinnumenningina, eins og Visit Faroe Islands hevur verið tað í marknaðarføringini av Føroyum uttanlands. Frameftir fara marknaðarføring og menning at ganga hond í hond. Hetta er sum nevnt ein stór og avbjóðandi uppgáva, sum krevur neyðuga fígging. Á komandi løgtingsfíggjarlóg hevur landsstýrið sett 4 mió. kr. av til menningarvirksemið. Afturat nýggju játtanini verða galdandi stuðulsskipanir innan ferðavinnuna, á samanlagt 2 mió. kr., umskipaðar og fluttar í nýggja stuðulsskipan, sum VFI fer at umsita.

Nýggja stuðulsskipanin verður tvíbýtt og skal partvíst brúkast til vinnuligar/kommunalar verkætlanir, við tí endamáli at menna nýggj ferðavinnutilboð kring landið. Peningurin verður sum útgangsstøði veittur eftir krónu-fyri-krónu meginregluni, soleiðis at stuðulsmóttakarin í minsta lagi kemur við helminginum av fíggingini sjálvur. Eg haldi, at hetta er neyðugt, bæði soleiðis at verkætlanirnar verða kjølfestar á staðnum, men eisini soleiðis, at tað verður tryggjað, at tað verða seriøsar verkætlanir, sum fáa stuðul, og at vit á tann hátt leggja upp fyri, at stuðulin veruliga hevur eina mennandi ávirkan.

Ein onnur stuðulspulja er ætlað til verkætlanir av meiri almennum slagi, so sum skelti, kunning, gøtur og annað infrakervi, ið kann betra um meira grundleggjandi viðurskifti innan ferðavinnuna. Skeltaverkætlanir ella kunnandi átøk kunnu t.d. hava við sær, at ferðafólk vísa ávísum økjum ella støðum størri virðing. Nýggjar gøtur kunnu skipa ferðsluna í haganum betur, soleiðis at vit geva náttúruni og fuglalívinum størri ans. Til dømis í Mykinesi, har tað er eyðsæð, at tørvur er á bæði skelting, gøtum og avmarkingum. Lagt verður eisini upp til, at peningurin kann fara til verkætlanarsett starvsfólk úti í økjunum, sum í eitt avmarkað tíðarskeið kunnu standa fyri menningarverkætlanum í samstarvi við kommunur, vinnulív og kunningarstovur.

Beinanvegin skal eg gera greitt, at talan ikki er um at miðsavna stuðulin í Havnini, sum kritikarar vilja vera við. Í veruleikanum fara vit frá eini skipan, har økini í dag fáa 1,5 mió. kr., til eina nýggja skipan, har økini fáa út ímóti 6 mió. kr. til menningarátøk. Tær 6 mió. krónurnar, sum í fyrstu syftu verða játtaðar til ferðavinnumenningina, skulu nevniliga koma øllum landinum til góðar, og eigur peningurin at verða brúktur miðvíst og í samsvari við eina heildarætlan fyri ferðavinnumenning í øllum landinum. Tað er bara soleiðis, at vit kunnu tryggja okkum, at vit sum frá líður fáa eina samanhangandi, burðardygga og effektiva ferðavinnu í øllum landinum. Tað er tó eyðsæð, at tað er átrokandi við fyribyrgjandi og mennandi átøkum summastaðni og sjálvsagt eigur tað at hava fyrstu raðfesting at seta inn við neyðugu átøkunum, har sum tørvurin er størstur. Tað verður nú møguligt við nýggju skipanini.

4. Sum nevnt verður lógaruppskotið lagt fram á Løgtingi í nærmastu framtíð og so skjótt sum lógaruppskotið er samtykt, er klárt at fara undir arbeiðið at skipa menningardeildina. Stuðulin til økisferðavinnufeløgini verður tó varðveittur fram til 1. januar 2019, soleiðis at kunningarstovur, kommunur og økisfeløg hava eitt rímiligt skotbrá at tillaga raksturin til nýggju støðuna. 1. januar 2019 fellir stuðulin til økisferðavinnufeløgini so burtur, og fer hendan játtanin hareftir at vera latin eftir nýggju reglunum, sum stutt vórðu umrøddar omanfyri. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo