Taparin rósar sigurharranum og minkar um ósigurin. Vinnarin rósar taparanum og veksur um sigurin
- úr Børkuvísum
Tónleikur

Gfestivalurin: Princess Nokia, Destiny Fraqeueri úr New York, er ikki bara ein fantastiskur rappari og teksthøvundur, men eitt feministiskt ikon og hon er í allar mátar heilt serstøk. 

Princess Nokia blandar punk rock, 90’ara R&B og nýskapandi hipp hopp. Úrslitið er máttmikil, eldhugaður, bersøgin, og sprelllivandi tónleikur with djúpum rótum í New York City og rapp søgu. 

Princess Nokia er á stórari Europa tónleikaferð, har hon er høvuðsnavn á festivalum so sum Lollapalooza og Primavera. Hon leggur leiðina umvegis Gøtusand hósdagin 11. juli, ávegis til Spania, har hon spælir kvøldið eftir.

Tað er bara á G! tú kanst uppliva eina so ikoniska og nýhugsandi framførslu. Vit síggjast til hipp hopp á sandinum. 

“Her music does not passively wait to be heard. It is a force that demands its presence be felt.”- Pitchfork 

“delivers on her potential as one of the most exciting new MCs  - The Guardian

“Being a musician is [only] one element of Princess Nokia, who also amplifies cultural narratives through activism and outspokenness” - Dazed 

“The Harlem rapper is a proven force of feminine energy in the game” - VIBE 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo