Eitt barn, ein lærari, ein bók, ein blýantur kunnu broyta allan heimin
- Malala Yousafzai
local.fo

News in English

Vinna

Hoyringsskriv frá Føroya Reiðarafelag um uppskot til løgtingslóg um veiðigjald.

Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum legði tann 3. november fram uppskot til løgtingslóg um veiðigjald, og Føroya Reiðarafelag hevur niðanfyristandandi viðmerkingar. Uppskotið hevur ikki verið til hoyring, áðrenn tað varð sent løgtinginum. Hetta er átaluvert, tá talan er um eitt sera týðandi uppskot fyri føroyska fiskivinnu.

Tað merkir eisini uppskotið, at vinnan ikki hevur havt høvi at siga sína hugsan, áðrenn uppskotið varð lagt fram.

Talan er um eina skipan við veiðigjaldi, sum er sera torgreidd, og gjaldið er ógvuliga óforútsigiligt hjá teimum reiðaríum, sum skulu rinda gjaldið. Til ber ikki at siga, hvussu hart landsstýrið ætlar at skatta fiskivinnuna við hesum uppskoti, tí at gjaldið skal tillagast til ymsar ókendar faktorar.

Tíðarbilið frá árinum, har útrokningargrundarlagið verður staðfest, inntil gjaldið skal rindast, er sera drúgt.

Tá útrokningargrundarlagið verður staðfest í 2018, verður gjaldið í 2020 grundað á hetta útrokningargrundarlag. Í hesum tíðarbili kunnu umstøðurnar í fiskivinnuni verða broyttar almikið. Viðurskifti viðvíkjandi oljuprísi, fiskaprísi, fiskiskapi, rentustigi kunnu broytast nógv í hesum tíðarskeiði, og tískil kunnu evnini at rinda gjaldið verða munandi verri, enn útrokningargrundarlagið gevur ábendingar um tvey ár frammanundan.

Tí kann hendan skipanin samanberast við skattaskipanina, áðrenn kelduskattaskipanin kom í gildi, og reiðaríini fáa við hesi skipan eina seinkaða skattarokning.

Harumframt er vandi fyri, at ein veiðibólkur kann hava eitt ógvuliga gott ár við positivum út okningargrundarlagi, men at árini áðrenn og aftaná geva hall. Tí fáa feløgini í hesum bólkum ikki møguleika at konsolidera seg í góðum tíðum, tá raksturin er positivur. Tað vil siga, at skipanin bert tekur atlit til ónormalt høgan vinning, men tekur ikki atlit til tey vánaligu árini, ið kunnu hava verið frammanundan.

Í partafelagsskatti verður hædd tikin fyri vánaligum árum, har til ber at flyta fram skattligt hall at draga frá skattskyldugu inntøkuni. Slík skipan kundi verið galdandi fyri veiðigjald, soleiðis at einstøk góð ár ikki verða ov hart skattað.

Reiðarafelagið mælir staðiliga frá, at gjaldið skal tillagast til prísin á einari møguligari uppboðssølu.

Trupulleikin er, at gjaldið skjótt kann gerast nógv hægri, enn útrokningargrundarlagið ásetir. Eitt dømi um hetta er fiskiskapurin eftir norðhavssild fyri 2017, har prísurin á uppboðssøluni hevur víst seg at vera ov høgur til lønandi rakstur.

Samanumtikið er talan um eitt uppskot, sum fer at skatta núverandi yvirskot í fiskivinnuni sera hart, og vandi er fyri, at nýggjar íløgur fara at steðga upp. Sagt verður, at ætlanin er at skatta sonevnda yvirnormala vinningin við 70%, men tað ber als ikki til at siga, um hetta verður so. Orsøkin er, at gjaldið skal tillagast til prísin á einari uppboðssølu, og tá ber ikki til at siga, hvussu høgur skatturin verður. Tað er væl møguligt, at landið tá skattar meira enn allan tann yvirnormala vinningin sambært uppskotinum. Mælt verður staðiliga frá, at nýta slíkar hættir at skatta vinnulívið, har tað er ómøguligt at meta um, hvat gjaldið verður.

Fyribils útrokningar vísa, at at veiðigjaldið á norðhavssild hevði verið meira enn ein triðingur av miðal søluprísinum í 2017, um roknskapartøl fyri 2015 og uppboðssølan í 2017 verða nýtt sum grundarlag.

Miðalprísurin fyri norðhavssild hevur higartil í ár verið 3,35 kr/kg, og veiðigjaldið hevði eftir tillagingar í mun til prísin á uppboðssølu verið 1,14 kr/kg. Hetta er meira enn ein triðingur av miðal søluprísinum, hóast veiðigjaldið sambært útrokningargrundarlagnum skuldi verið umleið 85 oyru/kg. Hetta økir tískil um óvissuna og váðan í hesi skipan, at prísurin á einari uppboðssølu skal hava ávirkan á veiðigjaldið.

Sí dømi um veiðigjaldið fyri uppsjóvarfiskasløg í talvuni niðanfyri.

Fyri verksmiðjutrolarar í Barentshavinum vísa dømi, at nýggja gjaldið hevði tikið meira enn helmingin av yvirskotinum, um støðið verður tikið í roknskapartølum fyri 2015 og uppboðssølu í 2016. Hesi tøl vísa, at flotin hevði rindað umleið 1 kr/kg fyri tosk í rundari vekt. Tá føroysk skip fiskaðu umleið 24.000 tons av toski í 2016 verður gjaldið tilsamans 24 mió. kr. Í løtuni er kvotan í t.d. Barentshavinum høg, og tí hava úrslitini verið á góðari leið seinastu árini, men hendan skipanin hevði rakt uppaftur meinari í eini tíð við lægri kvotum.

Samlaða úrslitið hjá verksmiðjutrolarum var í 2016 umleið 43 milliónir krónur. Hetta merkir so, at umleið ein helmingur av yvirskotinum hevði verið drigin inn til landskassan undir hesi skipan. Um støðið verður tikið í uppboðssølu fyri 2017 hevði gjaldið verið 0,93 kr/kg, sum er eitt vet lægri, men framvegis hevði umleið ein helmingur av yvirskotinum verið skattað.

Sí dømi um veiðigjaldið í 2017 fyri tosk í Barentshavinum í talvu niðanfyri.

Trupulleikin við prísinum á uppboðssølu er, at hann skjótt gerst ov høgur, sum eisini hevur verið eyðsýnt á uppboðssøluni í ár. Tað er eitt vanligt fyribrigdi innan uppboðssølur, at vinnandi boðið hevur verið ov høgt til at fáa lønandi rakstur í virksemið. Tá veiðigjaldið skal tillagast til ein ógvuliga óforútsigiligan prís á uppboðssøluni, er stórur vandi fyri, at gjaldið beinleiðis gerst ein kleppur um beinið, sum forðar menning í fiskivinnuni.

Veiðigjaldið eftir hesum leisti hevði í 2016 drigið inn umleið 320 milliónir krónur frá fiskivinnuni til landskassan í mun til 153 milliónir krónur hetta árið. Veiðigjaldið verður sostatt meira enn tvífaldað út frá givnum fortreytum. Hetta skal síggjast í mun til eitt samlað yvirskot í flotanum í 2016 uppá umleið 420 milliónir krónur. Tað er greitt, at við hesum gjaldi høvdu hýrurnar verið lægri og partafelagsskatturin hevði eisini verið lægri. Tó er greitt, at við slíkum gjøldum verður torført at menna fiskivinnuna og at gera íløgur í nýggj veiðitól. Torført er at skilja, hví landsstýrið ætlar sær at brandskatta fiskivinnuna á hendan hátt.

Harumframt skal roknast við, at minst 25% av kvotunum skulu seljast á uppboðssølu, og tískil verður inntrivið í yvirskotið helst størri, enn tølini benda á.

Sí talvu niðanfyri.

Aðrar ásetingar
Uppskotið um sjófeingi, sum er til viðgerðar nú, hevur eitt endamál um at fáa alt tilfeingið til lands. Hetta krevur stórar íløgur í nýggj skip, sum kunnu fáa alt tilfeingið til høldar. Hetta uppskotið ger tað torførari hjá reiðaríum at gera slíkar íløgur, tí at ein óforútsigiligur eykaskattur minkar um møguleikarnar fyri at gera nýíløgur. Hetta uppskotið mótvirkar tískil endamálinum í lógini um sjófeingi um at fáa alt tilfeingi til lands.

Eitt annað vanligt fyribrigdi er skiftandi avreiðingarprísur gjøgnum árið. Um fiskiskapurin fer fram, meðan prísurin er lágur, skulu hesi reiðarí kortini rinda ein lutfalsliga hægri prís fyri hvørt kilo, tá gjørt verður upp fyri alt árið. Hetta kann hava óhepnar avleiðingar fyri hesi reiðarí, sum tá skulu gjalda eitt lutfalsliga høgt veiðigjald. Dømi um hetta er makrelfiskiskapur, har prísurin vanliga er hækkandi frá sumrinum og út á heystið.

Viðvíkjandi flokking av skipum í ymsar veiðibólkar kann hetta eisini hava óhepnar avleiðingar. Til dømis eru rækjuskip og verksmiðjuskip í sama veiðibólki, hóast stórur munur er á úrtøkuni hjá hesum skipum. Endamálið við uppskotinum er at skatta yvirnormalan vinning, men hendan skipanin bólkar ymisk skip saman, soleiðis at virksemi við ógvuliga ymiskari úrtøku skal skattast við støði í sama grundarlagi. Hetta er eisini galdandi fyri trolarar í bólki 2, sum fiska makrel, har veiðigjaldið fer at raka virksemið ógvuliga hart.

Umsitingarliga verður hetta ein tung skipan, sum serliga kann gerast trupul hjá smærri reiðaríum. Lógin krevur minst eina roknskaparliga uppgerð fyri hvørt skip umframt roknskap, har útreiðslur eru býttar á fiskasløg. Bókhalds- og telduskipanir skulu eisini broytast frá 1. januar 2018, og tað verður ógvuliga torført at broyta slíkar skipanir, soleiðis at hendan skipanin kann virka frá ársskiftinum.

Eitt ivamál er, hvussu hugtakið rakstrarútreiðslur verður allýst. Sambært uppskotinum skulu útreiðslurnar býtast út á fiskasløg. Tá summi skip fiska nógv ymisk fiskasløg, kann vera trupult at gera upp, hvør útreiðsla hoyrir til hvønn fiskiskap. Til dømis skulu trolarar í bólki 2 býta útreiðslurnar millum makrel og upsa í eini nýggjari roknskaparligari uppgerð. Hetta kann hava við sær umsitingarligar og roknskaparligar avbjóðingar hjá reiðaríunum.

Viðmerkingarnar siga, at fleiri leigað skip kunnu væntast í flotanum. Tá er umráðandi at vita, hvussu leiguútreiðslur skulu handfarast roknskaparliga. Spurningurin er, um leiguútreiðslur skulu dragast frá í útrokningargrundarlagnum, ella um tær verða hildnar uttanfyri.

Avrokningin við manningina verður eisini ómøgulig at avgreiða eftir hvønn túrin, tí at gjaldið ikki verður endaligt fyrr enn í januar árið eftir. Til ber sostatt ikki at avrokna manningina, fyrr enn endalig staðfesting av tilfeingisgjaldinum fyriliggur.

Fleiri umsitingarligar metingar eru grundarlag undir gjaldinum. Hetta tykist sum um ein roynd at geva uppskotinum ein objektivan dám, hóast fleiri subjektivar metingar liggja til grund fyri útrokningargrundarlagnum. At skatta tann sonevnda yvirnormala vinningin við 70 prosentum tykist sum ein ógvuliga hørð skatting og meira átti at ligið eftir hjá vinnuni.

Tá fleiri umsitingarligar og subjektivar metingar eru grundarlagið undir hesi skipan við veiðigjaldi, átti tað at borið til at gjørt eina meira einfalda og gjøgnumskygda skipan. Reiðarafelagið hevur áður mælt til eina skipan við tilfeingisgjaldi, har skip rinda eitt avgjald í prosentum, sum er tengt at søluprísinum, heldur enn at krevja gjaldið inn við uppboðssølu. Víst verður framvegis til hesa skipan, og felagið ynskir framhaldandi at koma í tvírøðu við landsstýrið um hendan spurning.

Reiðarafelagið hevur ikki verið hoyrt um uppskotið, sum er lagt fyri tingið, og felagið hevði verið sinnað at viðgjørt hendan spurningin konstruktivt saman við landsstýrinum, um hetta hevði verið møguligt.

Føroya Reiðarafelag

Talva 4: Veiðigjald fyri uppsjóvarfiskasløg grunda á 2015 roknskapartøl og avreiðingar og uppboð 2017

Talva 4: Veiðugjald fyri tosk grundað á 2015 roknskapartøl og uppboðssøluprís í 2017

Veiðugjøld avreiðingarvirði 2016 og veiðugjøld 2018

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo