Ein bankastjóri er ein maður, sum lænir tær eitt regnskjól tá sólin skínur, men tekur tað frá tær aftur, so skjótt tað fer at regna
- Mark Twain
Útlendis ítróttur

Kendur viðmerkjari í eini av Onglands størstu avísum heldur at Manchester United skal gloyma alt um stór nøvn og heldur satsa alt á Ole Gunnar Solskjær, skrivar VG.

Kendi Daily Mail viðmerkjarin, «chief sports writer» Oliver Holt, sum hevur yvir 400.000 fylgjarar á Twitter, er ikki ræddur fyri at siga, at Solskjær er rætti maðurin hjá Manchester United og tað eisini eftir hesa sesongina.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo