Eitt barn, ein lærari, ein bók, ein blýantur kunnu broyta allan heimin
- Malala Yousafzai
local.fo

News in English

Krutl

Hvat er týdningarmesta løtan í einum parlagi? Fyrsti mussurin? Fyrstu eymu orðini? Galið!

Tað er fyrsti prumpurin frammanfyri sjeikinum ella damuni sum hevur mest at siga. 

Tá er parlagið komið so langt, at tit eru rættuliga væl tilpassar saman, og tí er henda løtan heilt serlig í einumhvørjum parlagi, skrivar amerikanski netmiðilin mic.com eftir at hava kannað málið.

Kanningin vísir eisini, at triðingurin av teimum spurdu bíða millum tveir og seks mánaðir, áðrenn tey loysa fyrsta fretin frammanfyri komandi makanum. Fjórðingurin bíðar upp í eitt ár og hvør tíggjundi heldur uppá at hava latið meira enn eitt ár ganga uttan at prumpa eina einastu ferð.

Fimti hvør bíðar eftir hinum, og tí er ongin orsøk at lata ov langa tíð ganga, tí vandin er, at tit ganga bæði og bíða eftir hvørjum øðrum, og tað er býtt tá tað er púra nátúrligt og enntá sunt at prumpa skrivar netmiðilin so pedagogiskt.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo