Um tú ert eitt sindur uttanfyri, uttan at taka skaða av tí, so kann tað blíva tín styrkur
- Pál Weihe
Innlendis ítróttur

Drekin reyði í 2016. Rógvararnir umborð rógva altíð í vesti, og tað gera allar hinar manningarnar í felagnum eisini. Teir slóða fyri trygdini og teimum ungu. Og tað skuldi Ormurin sjálvandi eisini gjørt. (Mynd Vagnur)

Hvannrók: Tá tú lesir tað Hjálmar sigur við in.fo, so sýnist, sum hann umboðar allar róðrarflotan, men tað ger hann ikki.

Til dømis í Argja Róðrarfelag og Havnar Róðrarfelag eru vestarnir eingin trupuleiki og partur av venjingarbúnanum.

Har rógva øll í vesti eisini manningin í umborð á Drekanum Reyða og Havnarbátinum. Hissini oldboysrógvari tekur tó lógina í egnar hendur.

Tá Hjálmar sigur, at vesturin forðar venjingini, so er hetta beinleiðis ósatt, tí tað havi eg spurt rógvarar um.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo