Tá ið ein kona ikki klárar børnini, byrjar hon at uppdraga mannin
- Stella Bing
Vinna

Sjálvt tað mest bangna flogferðafólkið fær tikið tað heilt róligt undir einum flogtúri við avstralska flogfelagnum Qantas, skrivar danska TV 2.

Flogfelagið er sjeynda árið á rað kosið til heimsins tryggasta flogfelag.

Listin er gjørdur á heimasíðuni AirlineRatings.com, sum hevur eftirlit við 405 flogfeløgum úr øllum heimsins londum, og listin verður gjørdur einaferð árliga.

- Øll flogfeløg hava minni álvarsamar trupulleikar hvønn einasta dag, sigur Geoffrey Thomas frá AirlineRatings.com.

- Tað er mátin, manningin loysir hesar trupulleikar, sum ger mun á einum tryggum flogfelag og einum ótryggum, sigur hann við CNN Travel.

20 tey tryggastu flogfeløgini

  1. Qantas
  2. Air New Zealand
  3. EVA Air
  4. Etihad Airways
  5. Qatar Airways
  6. Singapore Airlines
  7. Emirates
  8. Alaska Airlines
  9. Cathay Pacific
  10. Virgin Australia
  11. Hawaiian Airlines
  12. Virgin Atlantic
  13. TAP Air Portugal
  14. SAS
  15. Royal Jordanian
  16. Swiss
  17. Finnair
  18. Lufthansa
  19. Aer Lingus
  20. KLM

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo