At vera føðilandsvinur er millum annað at royna at gjalda rokningar sínar rættstundis
- úr Børkuvísum
Politikkur

Ætlanirnar hjá nýggju samgonguni um at pengarnir skulu fylgja barninum, eru ræðandi. Vandi er fyri, at stóra námsfrøðiliga arbeiðið, sum fakfólk hava bygt upp gjøgnum áratíggju, nú er fyri bakkasti. Raðfestið heldur dagstovnarnar!

Námsfrøðin fyri bakkasti
Seinastu árini eru stórar broytingar hendar á dagstovnaøkinum. Námsfrøðiliga tilvitið er hækkað, nógv er granskað á økinum, og føroysku dagstovnarnir eru í dag á einum fakliga høgum støði, har strembað verður eftir, at øll børn verða loftað og ment til komandi skúla- og arbeiðslív.

Gamaní eru stórar avbjóðingar á dagstovnaøkinum. Tað er ymiskt, hvussu økið er raðfest frá kommunu til kommunu, og fleiri stovnar hava akuttan tørv á útbúnum námsfrøðingum. Men tað er eingin umbering fyri at vraka stovnarnar. Stóð tað upp til okkum, so raðfestu vit heldur dagstovnarnar!

Nýggja samgongan hevur valt at fara eina heilt aðra leið. Eftir uppskotinum hjá nýggju samgonguni kunnu foreldur nú velja sjálvi at ansa børnunum, stovna privata ansing ella fáa onnur so sum onkran í grannalagnum, eitt systkin ella ein au pair at ansa børnunum. Hetta er eitt slag í vangan á námsfrøðiliga fakinum. Um pengarnir, sum í dag verða nýttir á dagstovnunum, skulu brúkast aðrastaðni, fara teir at mangla í á stovnunum. Starvsfólk á økinum hava seinasta árið ferð eftir ferð víst á, hvussu stórur tørvurin er fyri hægri raðfesting innan økið.

Hetta uppskotið hjá samgonguni er beint ímóti fakligu ynskjunum og vanvirðir tí bæði starvsfólk og ikki minst børnini á stovnunum. Ein beinleiðis niðurlaging av dagstovnaøkinum.

Sárbaru børnini detta niðurímillum
Lat ongan iva vera um, at flestu foreldur eru væl egnað til at ansa egnum børnum. At vísa nærveru, menna tey sosialt, kropsliga og málsliga, seta mørk og ansa eftir at tey fáa góðan mat og nokk av svøvni. Men vit koma ikki uttanum, at flestu kommunur hava barnaverndarmál um hendi. Sum samfelag er tað uppgáva okkara at verja børnini. Og við nýggja uppskotinum, sum eggjar foreldrum at vera heima, verður verri at fáa eyga á tey børnini, sum í dag verða loftað á stovnunum.

Ein annað vandamál er málmenningin hjá børnunum. Talið á fleirmæltum børnum er vaksandi, og tað er vísindaliga ávíst, at dagstovnar spæla ein týðandi leiklut í málmenningini hjá børnum, har annað ella bæði foreldur tosa annað mál í heiminum. Eisini vísir tað seg at vera munur á evnunum til at samskifta og sosialisera hjá børnum, sum hava á gingið á dagstovni og teimum, sum ikki hava.

Eitt javnstøðumál
Hetta er eisini ein spurningur um javnstøðu. Kvinnur forvinna statistiskt minni enn menn, og tí er mest sannlíkt, at tað verða kvinnur, ið fara heim at ansa børnum. Er hetta veruliga rætta leiðin at fara aftaná søguliga stríðið um javnstøðu?

Norðurlendska vælferðarsamfelagið er einasti garantur fyri javnbjóðis atgongd fyri bæði kyn á arbeiðsmarknaðinum. Latið okkum heldur varðveita og menna norðurlendska vælferðarsamfelagið, har bæði kyn eru á arbeiðsmarknaðinum, og har vit hava dygdargóðar stovnar, so vit við góðari samvitsku kunnu fara til arbeiðis.

Fleiri námsfrøðingar
Við einum ynski um at raðfesta dagstovnarnar hægri, heita vit á nýggju samgonguna um at fara undir samráðingar við kommunurnar og Pedagogfelagið um hetta økið. Millum annað eiga fleiri lesandi at verða tikin inn á námsfrøðiútbúgvingina og minimumsnormeringar at setast í gildi. Heldur enn at siga námsfrøðingunum úr starvi, eiga vit at seta enn fleiri námsfrøðingar. Tað hevði gagnað vælferðini, arbeiðsfólkunum, foreldrunum og børnunum.

Lesið eisini valupplegg Javnaðarfloksins um hvussu vit gera Føroyar til heimsins besta barnaland: http://www.j.fo/Files/Images/Pdf%20ar/Heimsins_besta-2.pdf

Heðin Mortensen, Djóni Nolsøe Joensen, Jóhannis Joensen og Ingilín Didriksen Strøm, tingfólk fyri Javnaðarflokkin

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo