Lítið nyttar at leiða mann, ið ikki vil seta føturnar undir seg sjálvan
- føroyskt orðatak
local.fo

News in English

Lesarin skrivar

Burðardyggur fiskiskapur, gjøgnumskygni, opinleiki, stovnsrøkt v.m eru slagorðini til fólki, men vit sum virka í vinnuni síggja “svansi” ið gongur fyri seg, og sum als ikki stuðlar undir vøkru útmeldingarnar.

Høgni Hoydal er í gongd við at kolsigla fiskidagaskipanina.

Partar av teimum sum virka undir fiskidagaskipanini, eru vitnir til ein ruðuleika sum ikki er sæddur áður.

Handlar og flytingar av fiskidøgum og kvotum ganga fyri seg, hóast Høgni Hoydal afturvísur hesum.

Dagaskipanin byggir á skipabólkar, sum allir innihalda ymisk fiskifør við ymiskum reiðskapum, og royna teir eisini á ymiskum leiðum.

Harvið hevur verið gjørligt frá landsins síðu at hildið nøkurlunda skil á veiðitrýstinum á ymsu fiskasløgunum.

Tann ruðuleiki sum nú gongur fyri seg millum bólkar er ikki sæddur áður. 

Rættindi og dagar floyma frítt frá eitt nú bólki 2 til 4T í løtuni, uttan mun til um 3 mánaðar eru eftir av árinum.

Tvs at “sovandi” fiskidagar ætlaðir til upsafiskiskap á ytru leiðunum vera umdoyptir til at fiska tosk á innastu leiðunum (Sí talvur undir hagtøl um dagar á www.vorn.fo). 

Við hesum óskilinum má sigast, at niðurskurðurin í døgum seinastu 15 árini er um at vera til fánýtis.

Høgni Hoydal er vitandi um tað sum gongur fyri seg, uttan at royna at steðga tí. 

Man má undrast á at Framsókn herfyri var ímóti at bólkur 5 fekk meir dagar at fiska tosk við, men samstundis stuðlar Framsókn hesum svansinum hjá Høgna Hoydal, ið loyvir mestsum óavmarkað veiðitrýst á eitt nú tosk og hýsu.

Sjómaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo