Um tú ert eitt sindur uttanfyri, uttan at taka skaða av tí, so kann tað blíva tín styrkur
- Pál Weihe
Krutl

- Hvat er tað ringasta tú kanst vera føddur sum í Danmark anno 2017?

- Svarið er nakað keðiligt nakað sum »ein hvítur maður«.

- Hann, sum dagin á tamb verður útsettur fyri eini heksajakt, einum forfylgilsisvanvidi. Hann, sum hevur skyldina í øllum heimins ógerningum, uttan eina rættvísa rættargongd, hvar grundleggjandi rættargrundreglan, at tú ert ósekur til tað mótsatta er prógvað, er galdandi. Hann, sum seinastu áratíggju er vorðin tarvleysur, og rennur ráðaleysur runt við ongari meining í lívinum, er ikki neyðugur.

- Ikki neyðugur at breyðføða sína familju, ja, faktiskt heldur ikki neyðugur í at skapa eina familju.

- Alt byrjaði, tá ið tað var boðað frá fríari jakt eftir autoritetunum í samfelagnum í 68, sum tá stórt sæð bert vóru hvítir menn. Og tað kann eg siga tær at tá byrjaði jaktsesongin, og síðani tá hevur ikki verið friður.

- Henda vaksandi øsing, sum bert er vaksin síðani tá, hevur av álvara nátt sítt hæddarpunkt seinnu árini. Í ávísum føri kann hon best samanberast við eitt beinleiðis hatur.

- Endaúrslitið frá 68-øsingini hevur verið, at mítt ættarlið, vit ungu nú, og komandi ættarlið stórt sæð eru uppvaksin uttan maskulinar fyrimyndir og virðir. Munurin á kynunum er viskaður burt, tí maskulin virðir ikki eru mett sum natúrlig fyri dreingir, men heldur sum nakað, ið skal uppfostrast burtur.

So til lukku, tann hvíti maðurin er við at vera lagdur í grøvina, tí í 2017 kundi hann tað sama veri ein kvinna.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo