Lat fortíðina spáða um framtíðina
- V. Poulsen
Framsýningar

Mynd: Evy Toftegaard Nielsen

Skjótt byrja árligu framsýningarnar hjá Kvøldskúlanum. Framsýningin í Kollafirði verður 31. mars og tann í Eysturskúlanum verður 6. og 7. apríl. Skráirnar verða lýstar seinni.

Framsýningin hjá Kvøldskúlanum í Nólsoy verður 13. apríl. Hetta verður ein rættur nólsoyardagur - tað eru manskórið, kvinnukórið, kvøldskúlalærararnir og fleiri í Nólsoy, sum skipa fyri degnum.

Tað, sum er serliga stuttligt við kvøldskúlanum í Nólsoy er, at fleiri nólsoyingar, sum búgva í Havn, regluliga fara til heimbygdina í kvøldskúla. So er eisini høvið at vitja familju tá.

Endaliga skráin verður lýst seinni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo