Tá góðar gerðir skulu setast í verk, verður mangan leitað til tey "illavorðnu" at fáa peningin
- úr Børkuvísum
Útlendis ítróttur

Rafa Benitez er ikki longur venjari hjá enska Premier League felagnum Newcastle United. 

Hetta boða fleiri enskir miðlar frá í dag, harímillum BBC.

Núverandi sáttmálin hjá Benitez gongur út í juni í ár, og eru partarnir - t.e. leiðslan í Newcastle og Benitez sjálvur - ikki komnir ásamt um ein nýggjan sáttmála.

Newcastle United boðaði frá í dag, at spaniólin gevst sum venjari í felagnum tann 30. juni í ár, tá sáttmálin hjá honum gongur út.

Sum skilst er fyrrverandi Liverpool- og Real Madrid venjarin misnøgdur við strategiina hjá Newcastle viðvíkjandi spælarakeypum.

59-ára gamli Benitez tók við sum managari í norðurenska felagnum í mars 2016. Hann tók tá við eftir Steve McClaren, sum hevði leitt felagið í niðurflytingarvanda. 

Newcastle flutti niður tað árið, men í 2017 hevði Benitez vent gongdini og ført felagið uppaftur í Premier League.

Felagið gjørdist nummar tíggju fyrsta árið aftur í Premier League og nummar trettan í árinum, sum júst er farið aftur um bak.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo