Ikki fyrr enn ein sær, hvussu barnabørnini taka seg upp, fær ein at vita, um ein hevur uppalt síni børn væl
- Erich Maria Remarque
Vinna

(mynd: egin/facebook)

Ragnar Joensen úr Hoyvík gevst nú hjá Marine Harvest eftir 17 ár í starvi hjá norska alirisanum. Ragnar starvaðist hjá Pan Fish sum varð lagt saman við Marine Harvest, har hann síðani hevur verið stjóri, bæði í Føroyum og í Noregi. Í seinastuni hevur hann verið stjóri fyri tøkniliga partinum av virkseminum hjá Marine Harvest í Noregi.

Við Intrafish sigur Ragnar Joensen, at hann ikki hevur nakað nýtt starv í kikaranum, men at hann ætlar at ráðgeva innan aling á landi í Føroyum. 

Hann gevst í starvinum hjá Marine Harvest síðst í hesum mánaðinum ella fyrst í næsta mánaði, og tá tekur normaðurin Trond Rosten við.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo