Gud hevur givið okkum tvær hendur: Aðra at geva við og hina at taka ímóti við
- Billy Graham
local.fo

News in English

Vinna

Raksturin hjá partafelagnum Fiskaaling vísti í fjør eitt avlop á 2 milliónir krónur.

Fíggjarstøðan javnvigaði við 17,4 mió kr men eginpeningurin var negativur við 2,3 mió kr tá árið í fjør endaði.

Landið eigur Fiskaaling og endamálið við felagnum er millum annað at granska, menna og ráðgeva innan aling. Eitt nú stendur Fiskaaling fyri teljingini av lúsum á laksinum og royndum at ala rognkelsi í Føroyum.

Í frágreiðingini sigur leiðslan, at felagið framvegis hevur tørv á at rætta uppá fíggjarstøðuna, men at raksturin er komin hartil, at negativi eginpeningurin fer at koma á beint.

Fiskaaling hevði, tá ringast stóð til, eitt ársúrlit uppá minus 18 mió kr og árið eftr tað, í 2017, samtyktið Løgtingið at veita felagnum ábyrgdarlán fyri at tryggja raksturin. Í fjør gjørdu Fiskaaling og Uttanríkis- og vinnumálaráðið ískoytisavtalu sum sigur, at lánið, sum annars er rentufrítt, ikki skal gjaldast aftur fyrr enn fíggjarstøðan hjá felagnum loyvir tí.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo