Borgarlig og sosialistar eru sum kona og maður. Skilja ikki altíð hvønn annan, men fáa allíkavæl húsarhaldið at hanga saman
- Ókendur
Politikkur

Birgir Kruse hevur tikið myndina av landsstýriskvinnuni og tikið mynd av øllum trimum málningunum hjá Mariu Mørkøre, listakvinnu

Ein av lógunum, sum landsstýriskvinnan bar í tingið í vár, var lóg um fólkaskúlan, og lógarbroytingarnar eins og aðrar raðfestingar og broytingar kunnu lýsast soleiðis:

Handaverk og list og sangmentan
Skúlaleiðslur hava fingið meira frælsi at leiða við heimildini at veksla 2 t/v til handaverk og list, vallærugreinir, serlig átøk í flokkum. Í hesum broytingum sæst, at handaverk og list verður raðfest, tí hesar lærugreinir ikki hava havt nóg stóra rúmd í tí føroyska fólkaskúlanum í nýggjari tíð. Í hesum sambandi eru málningar eftir listakvinnuna, Mariu Mørkøre, við myndum av virknum børnum, og børnum sum fáast við handverk, hongdir upp inni á skrivstovuni hjá landsstýrikvinnuni.

- Vit hava nú eitt gylt høvi at dvølja við handverkið og við listina, at taka upp viðkomandi samstørv og at arbeiða við at menna økini aftur innan skúlagátt. Eg haldi, at tað er sera umráðandi at seta fokus á handaligu og skapandi lærugreinirnar, so at næmingarnir fáa høvi til at savna seg um handaliga virksemi og fara meira í dýpdina, so teir ognar sær ein fakligan førleika, at nýta sítt hugflog og áhaldni umframt gleðina av at skapa nakað sjálvur, sigur Hanna Jensen.

Les meira her

Mynd: "Kreativ børn spæla úti í náttúruni við náttúruna", málningur, sum Maria Mørkøre, listakvinna, hevur málað

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo