Ein bankastjóri er ein maður, sum lænir tær eitt regnskjól tá sólin skínur, men tekur tað frá tær aftur, so skjótt tað fer at regna
- Mark Twain
Útlendis ítróttur

Við einum avbera flottum máli sendi framherjin Marcus Rashford Manchester United - fyribils í hvussu er - upp á eitt 5. pláss í ensku Premier League.

United vann í dag 1-0 á útivølli ímóti Leicester City, og kom málið hjá Rashford heilt tíðliga í dystinum - í 9. minutti.

Málið kom eftir eitt fram úr upplegg frá Paul Pogba, og var skotið hjá Rashford minst líka gott.

Nærum eitt "tribute" til núverandi United venjaran Ole Gunnar Solskjær, sum í 1990-unum og 00-unum plagdi at senda bóltarnar í kassan á líknandi hátt.

Onnur viðurskifti verd at tríva í frá dystinum í dag:

1: Victor Lindeløf og Eric Bailly vóru í miðverjuni hjá United í dag fyri triðju ferð undir Ole Gunnar Solskjær. Teir byrjaðu bara tvær ferðir saman undir Jose Mourinho, sum keypti báðar tveir til felagið, men verjuspælið hjá teimum í dag var á sera høgum støði.

2: David de Gea hevði eina verðinsklassabjarging í 69. minutti. Ghezzan skjeyt eitt fríspark heilt upp í hornið, og bjargingin hjá de Gea var næstan betri enn tann hjá honum sjálvum ímóti Chelsea í 2012, tá Juan Mata, sum tá spældi við Chelsea, royndi seg til fánýtis við einum frísparki nakað uttanfyri 16-meturin.

3: Leicester venjarin Claude Puel skifti James Maddison og Demarai Gray, kanska teir bestu leikararnar hjá Leicester City, út í seinna hálvleiki. Serliga var tað útskiftingin av Maddison, sum vakti ans.

Innskiftarin Ghezzan gjørdi tað ikki so galið, men tað vóru aðrir Leicester leikarar enn Maddison, sum tað hevði verið meira uppá sítt pláss at skift út.

4: Leicester hevði helst uppiborið í minsta lagi eitt stig frá dystinum í dag - um ikki trý. Liðið rann og rann og trýsti og trýsti, sum galt tað lívið, og United leikararnir høvdu ringt við at halda ondini tann síðsta hálva tíman.

Skal United upp í toppin í Premier League aftur, so mugu teir orka betur at renna, enn teir gera, men Leicester eigur at liggja hægri uppi á stigatalvuni enn á einum 11. plássi. Spæla teir framyvir, sum teir gjørdu í dag og ímóti Liverpool í miðvikuni, tá teir fingu ein javnleik, er eingin ivi um, at teir fara at klatra longur upp á stigatalvuni.

5: United vann ein ómetaliga truplan útidyst, og tað er eitt tekin um styrki. Men tað var ikki tí, kilenski miðlvallarin Alexis Sanchez gav tað stóra íkastið til sigurin í dag. Hann forvinnur meira enn 400.000 pund um vikuna og spældi bert í 66 minuttir, áðrenn hann varð skiftur út fyri Anthony Martial, sum tjenar dupult so lítið, men sum fær væl meira burturúr.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo