Eingin kann fáa teg at føla teg minni verda uttan títt samtykki
- Eleonor Roosevelt
Politikkur

Uppskotið um sjófeingislóg fór frá 40 broytingum niður á 3, nú tað var samtykt í tinginum fyrrapartin eftir broytingum frá andstøðumeirilutanum í Vinnunevndini.

Andstøðumeirilutin í Vinnunevndini helt, at tað hevur skund at fáa samtykt, at ófiskaðar kvotur í fjør kunnu flytast yvir til í ár, so vit ikki missa stórt útflutningsvirði.

Eisini hevur tað skund at fáa samtykt, at uppboðssøla av fiskirættindum í Eysturgrønlandi verður stikað.
 
Meirilutin metti, at alt annað í uppskotinum kann bíða til seinni í ár.

Tað er døgurðasteðgur í tingini nú, men verður arbeiðið tikið upp aftur klokkan 13.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo