Mótburður avdúkar tey, sum ikki eru tíni sonnu vinfólk
- Aristoteles
local.fo

News in English

Lesarin skrivar

Í sambandi við, at tann meira enn hálvdanski harra REISTRUP nú aftur er farin at føra seg fram sum serføroyskur politiskur tonkjari, er vert at skoyta nakrar reglur uppí hansara grunnu og illa funderaðu fabuleringar.

Tað politiskt mest besverliga eru aloftast sonevndir "VINIR", serliga heimadanskir vinir! Fíggindar eru ofta greiðari og einklari. 

Hr. Reistrup er sonevndur danskur Føroyavinur, men hevur sum so mangur grunnur danskari ongantíð fatað føroyskan identitet ella ta føroysku psykuna, fyri ikki at tosa um andan í heimastýrispolitikkinum hjá Petur Mohr Dam.

Eftirsum Petur Mohr Dam var føroyingur burturav, forstóð hann ta føroysku støðuna betri enn Reistrup og aðrir hálvdanskir loysingarmenn nakrantíð koma at fata. 

Reistrup hevur adopterað ta óreflekteraðu emotionellu og primitivu nationalismuna hjá Jóannesi Paturssyni og svølgt hana heilt rátt, tí tað heldur hann vera føroyskan identitet!

Men so eru ikki nógvir føroyingar til, tí Jóannesi P. vildu tey ikki vita av, og JP var reelt meira norskur sambandsmaður enn føroyskur loysingur.

Reistrup veit ikki ella letist ikki vita um nakað alternativ til ta ráu og radikalu loysnina. Tað er týðuligt, at REISTRUP hevur ongantíð lisið vina- og frælsisbrævið frá 1943.

Har vísir Petur Mohr Dam týðuliga á, hvussu bæði danskarar og føroyingar BEST kunnu liva í SAMA ríki í eini KONSTRUKTIVARI SYMBIOSU, har báðir partar vinna kulturelt og socialt.

Men Reistrup hirðir ikki at seta seg inn í føroyskar præmissur og loypir um, tí hann vil vera "raskur" loysingarmaður, men sansar ikki, at tað er luksus-argumentatión, sum vælbjargaði fólk í HAVN kunnu spæla sær við, TÍ TEY VILJA OG KUNNA ALTÍÐ RÝMA, tá ið á stendur, um tað kom ein idiotisk loysing a la Reistrup.

Eftir við sviðið soð sita so tey, sum IKKI ynsktu loysingina, men heldur ikki fáa flutt so lættliga sum teir forkelaðu teoretikararnir í Havn.

Tað klassiska dømi er, at tey fíggjarliga ringast støddu skullu betala prísin fyri ábyrgdarloysið hjá teimum aggressivu og ábyrgdarleysu nationalistunum.

Eg kann garantera Reistruppi fyri, at vit vita væl, akkurát HVØRJIR, ið høvdu kuffertini klárt pakkaði í 1946, hvis tað skuldi komið loysing, og tað vóru avgjørt IKKI sambandsmenn, harra "Føroyavinur" REISTRUPPUR!

Henda greinin hjá Reistruppi er næstan líka so grunn og naiv, sum tað søguliga møsnið, hann serveraði um tann feudala høvuðkambin Jóannes Patursson fyri tveimum árum síðani.

Tá troystaði man sær ikki at korrigera hann fyri sítt søguliga fø'lsdags-tvætl.

-  Men tað fer skjótt at vera tíð uppá, tí ignoranturin framtúrar við sínum infantila og ósøguliga møsni.

Tað hevði klætt tí rabiata Føroyavininum at sett seg inn í elementerar præmissur í føroyskum politikki.

Hann kennir bara teir nationalistisku flosklarnar.

Virgar T Dalsgaard

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo