At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill
Onnur tíðindi

Reyði Krossur Føroya: Ódnin Dorian hevur herjað Bahamas oyggjarnar í tvey samdøgur og oyðileggingarnar eru sera umfatandi.

Fyrstu metingarnar staðfesta at oyggjarnar Abaco og Grand Bahamas hava verið fyri serliga stórum oyðileggingum, og mett verður at umleið 76.000 fólk – sum er meginparturin av íbúgvunum á oyggjunum – eru ávirkaði av Dorian.

Sambært Altjóða Reyða Krossi, er tað avgerðandi at bera skjótt at, fyri at bjarga lívum og veita neyðugu hjálpina. Tí stóð tilbúgvingin hjá Reyða Krossi til reiðar at seta inn, so skjótt sum tað var møguligt
.
Reyði Krossur metir, at tørvur er á 3,2 mió Swiss francs (uml. 22 mió kr) til neyðhjálpararbeiði. Peningurin skal í høvuðsheitunum fara til at veita skjól til familjur, og at útvega neyðug húsarhaldstól, so sum lampur og telefonir.

Reyði Krossur hevur lagt serligan dent á at veita neyðhjálp til tey veikastu í samfelgnum, harímillum 4,400 børnum og 1,600 eldri fóki.

Starvsfólk og sjálvboðin hjá Reyða Krossi bjóða eisini heitar máltíðir og mat til fólk sum, vegna ódnina, ikki hava fingið eina ordiliga máltíð í fleiri dagar. Hereftir leggir Reyði Krossur seg eftir at geva vanlukkuraktum fólki reiðan pening, soleiðis at tey sjálv kunnu gera av hvat tey hava størstan tørv á.

Harumframt veitir Reyði Krossur hjálp í samband við heilsu og reinføri, sálarligan stuðul, vatn og setir tiltøk í verk sum skulu fyribyrgja at harðskapur, so sum kynsligur ágangur, tekur seg upp.

Reyði Krossur Føroya hevur sent kr. 200.000 til Reyða Kross á staðnum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo