At vera føðilandsvinur er millum annað at royna at gjalda rokningar sínar rættstundis
- úr Børkuvísum
Onnur tíðindi

Nevndin í Reyða Krossi hevur gjørt av at senda 300.000 krónur sum neyðhjálp til Yemen.

Yvir 20 mió menniskju hava tørv á bráfeingis humaniterari hjálp í Yemen, har heimsins størsta humanitera kreppa leikar á í løtuni.

Starvsfólk hjá Reyða Krossi arbeiða áhaldandi fyri at veita mat, reint vatn og grundleggjandi heilsutænastur, og við at betra um livikorini, sum heild.

Fram til juni mánaða í 2018 verður mett, at Reyði Krossur hevur veitt grundleggjandi humanitera hjálp til fleiri enn 2 mió. menniskju í Yemen. Tíverri er enn stórur tørvur á humaniterari hjálp, og tí velur Reyði Krossur Føroya á triðja sinni í 2018 at senda pengar til Yemen, hesuferð kr. 300.000. Sostatt eru kr.

750.000 sendar til Yemen í 2018. Tilsamans hevur Reyði Krossur sent 1 mió. krónur út í heim í 2018.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo