Borgarlig og sosialistar eru sum kona og maður. Skilja ikki altíð hvønn annan, men fáa allíkavæl húsarhaldið at hanga saman
- Ókendur
Onnur tíðindi

Parasport Føroyar: Parasport Føroyar og Reyni Service hava undirskrivað fýra ára langa stuðulsavtalu ið skal vera við til at tryggja menningina av RaceRunning sum ítróttargrein í Føroyum.

RaceRunning er slóðbrótandi ítrótt fyri fólk við skerdari javnvág.

Ein RaceRunner er ein serframleidd 3 hjóla rennisúkkla uttan pedalir, har javnvágin ikki er ein trupulleiki.

Tí er RaceRunning ein upplagdur ítróttur til m.a. spastikarar, fólk við gikt og amputeraði.

Ítrótturin gevur fólki við breki, ið vanliga bert kunnu flyta seg við el. koyristóli, manuellum koyristóli ella gongurollator, møguleika at flyta seg við egnari megi, og gevur sjálvt teimum við størstu brekum eina kenslu av at flyta seg frítt og at renna.

Parasport hevur áður fingið nakrar RaceRunner súkklur frá Kiwanis Tórshavn, ið fólk úr øllum landinum longu brúka.

“Tað er okkum ein gleði at vera við til at stuðla virkseminum hjá Parasport Føroyum. Serliga við atliti til RaceRunning, har Føroyar longu hava ítróttarfólk sum gera seg galdandi á altjóða støði,” sigur Sámal av Reyni stjóri á Reyni Service

“Vit eru sera fegin um at Reyni Service velur at stuðla RaceRunning, ið gevur fólki ið annars hava trupult við at flyta seg við egnari megi, ein møguleika at íðka ítrótt og harvið eisini fáa heilsufremjandi árini av rørslu,” sigur Egga Jensen ið er formaður í Parasport Føroyar. 

Frammanundan hava eisini Toyota international og IPC “altjóða paralympiski felagskapurin” gjørt avtalu ið ger at IPC kann at stuðla øllum limalondunum við verkætlanum ið menna para-ítróttin, so sannast má at Toyota nú er ein av stóru viðleikarunum hjá para-ítróttinum

Parasport Føroyar vónar at avtalan kann viðvirka til at enn fleiri føroyingar fáa eyguni upp fyri RaceRunning.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo