Borgarlig og sosialistar eru sum kona og maður. Skilja ikki altíð hvønn annan, men fáa allíkavæl húsarhaldið at hanga saman
- Ókendur
Politikkur

- Fólk eru farin at spyrja: Hvørji eru ørindini hjá Ryan Andersen? Verður hann løntur av Fólkaflokkinum? spyr Rigmor Dam á Facebook.

- Tí við hetta lag verður tað høgravongin tey heimleysu koma at sita eftir við!! leggur tingkvinnan fyri Javnaðarflokkin afturat.

Viðmerkingin hjá javnaðartingkvinnuni, hevur fingið Sonju Jógvansdóttir at tala at:

- Ódámligt kjak, sum karaktermyrður eina kritiska rødd, kallar Sonja Jógvansdóttir sítt innlegg og sigur víðari:

- Ryan Andersen hevur saman við øðrum áhaldandi seinastu nógvu árini víst á stóru búðstaðarneyðina. Hann er ein av teimum, sum er noyddur av landinum, tí tað hevur ikki verið raðfest nóg frammarlaga hjá hesi stjórini at koma við loysnum á bústaðarneyðini. Javnaðarflokkurin eigur málsøkið, og hevur havt allar møguleikar at gera nakað við støðuna. Men tað hava tey ikki gjørt.

- Ístaðin fyri at karaktermyrða eina kristiska rødd, so hevði tað tænt øllum, at tey sum hava stjórnað landinum í 4 ár gera eina sjálvrannsakan um, hví tað hevur eydnast so illa á bústaðarpolitiska økinum. Tí tað er meðan javnaðarflokkurin stjórnar landinum, at fólk noyðast í útlegd, tí tey onki hava at búgva í, skrivar Sonja Jógvansdóttir millum annað sum svar til illgitingarnar hjá fyrrverandi landsstýriskvinnuni Rigmor Dam.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo