Tú lóggevur ikki tey fátæku til ríkidømi við at lóggeva tey ríku til fákækradømi
- Adrian Rogers
local.fo

News in English

Andaktir

Grundtónin er kendur, og tað heilaga møtir okkum í Jesusi Kristi. Grundarlagið er haldgott, alt tað, ið Jesus gjørdi okkara vegna í lívi, deyða og uppreisn. Gleðin er fullkomin, tí øll synd er goldin og kvittað. 

Tað heilaga hevur óavmarkaðar møguleikar, hóast tað til tíðir kennist trongt upp í ein krók, tá ið tíðarandin ikki góðtekur Guðs heilagleika. Guð er heilagur, og vit, ið eru børn hansara, mega lata okkum halga.

Tað heilaga vinnur sigur á allari vanhalgan, tí Guð er Guð, um land alt legðist oyði, Guð er Guð, um menniskjan øll doyði. Ístaðin fyri at stúra fyri framtíðini, eiga Guðs børn og lærusveinar hansara at søkja nærri Jesusi og lata seg halga. 

Tað heilaga gevur lívsmót, áræði og dirvi. Vit mega sum kristin tosa um hesi viðurskifti. Eyðvitað mega vit nevna syndina, uttan at vera hangandi har. Syndin byggir einki upp, og tað syndarliga eigur ikki at stýra okkara andalig ella tímiliga yrki.

Tað heilaga er vegurin, ið lærusveinurin skal ganga. Vit skulu vaksa andaliga við atliti at læru og trúarinnar bíbilska innihaldi. Halganin fær okkum at elska bókina yvir allar bøkur, tað heilagu Bíbliu, ið er er Guðs og givin av Guði. Tað heilaga er kveikjandi og mennandi og lærir okkum at hugsa skynsamt og nýta tíðina rætt.

Umráðandi er at gagnnýta løturnar og tosa við Guð í einsemi. Tá ið vit koyra bil, ganga úti í náttúruni ella sita og bíða á flogvøllinum. At verða fyltur við anda Guðs, so vit gagnnýta næturnar, tá ið vit liggja í andvekri. Ístaðin fyri at ilskast, kunnu vit nýta næturnar í andvekri til heilagar løtur í bøn og andakt, samtalu og kvirru. Tað lærir okkum at hugsa øðrvísi og verjir okkum móti ringari hugsan, illum tankum og sinnisligum frávikum.

Tað heilaga er Guð faðir, Guð sonur og Guð Heilagur andi. Og tey, ið hoyra kallið og koma til umvending og trúgv á Harran Jesus, eru farin í skúla sum lærusveinar. Kallið er byrjanin til eitt lív í fótasporum Jesu. 

Tollarin Levi røkti sítt ivasama virksemi við nærlagni, tá ið hann varð kallaður av Jesusi. Levi umboðar tey múgvandi. Tey ríku verða eisini kallað at fylgja Jesusi, og tey hava í øldir dugna kirkjunum, hinum einstaka og samfelagnum. Eisini rík fólk verða halgað at nýta síni evni í tænastu Guðs og fólksins.

At vera heilagur eigur at minna okkum á, at vit skulu mennast til at siga tær góðu søgurnar. Onkuntíð er nógv gott at finna í tíðarandanum, men tíðarandin og Guðs Andi eru hvør sínir andar, hóast nakrir líkleikar eru í skiftandi tíðarbilum.

Kallið kom til fiskimenninar, ið settu og drógu gørn. Teir fóru frá øllum og fylgdu Jesusi. Teir fóru til annað fiskarí við øðrum reiðskapi. Teir vildu veiða menniskju inn í Guðs ríki. Teir fóru í tænastu Harrans sum boðberar um Guðs ríki í orðum og verki. 

Vit mega sum kristin hava dirvi at siga, at vit hava eitt dupult endamál: At boða Jesus sum Harra og frelsara, samstundis sum vit eiga at dugna menniskjum. Vit mega ikki skammast við málsetningin og fjala endamálið. Vit ynskja at vinna menniskju fyri Kristus. Vit ynskja fyri okkara egna viðkomandi at gera framstig í trúgv og halgan og verða varðveitt í trúnni.

At hoyra kallið og vera vakin er ein umráðandi søk. Tá ið Andi Guðs vitjar, er tað hin lagaliga løtan til eina nýggja byrjan, ella vit verða endurnýggjað í trúnni og gerast brennandi.

Umvendingin, tað at hoyra kallið, tað at taka ímóti innbjóðingini og fylgja Jesusi eftir. Tað er tað dýrabarasta, ið kann viðurfarast einum menniskja, og tað hevur gagnliga ávirkan á alt annað, bæði tað menniskjansliga og tímiliga. Umvendur til at liva eitt verdugt lív, hóast heilsan møguliga er minni góð.

Umvendur at gera tað góða í Jesu navni og royna at avmarka órættvísi og óndskap. 

Vit mega minna hvør annan á, at frælsi teirra kristnu er at vera bundin at Jesusi. Í øllum okkara andaliga verki, ið eisini kann vera verkligt og handaligt, eiga vit at lurta eftir lærumeistaranum. Miss ikki Jesus úr eygsjón, tað er ein góð áminning.

Farið, tað var tað leiðandi orðið. Farið og gerið øll fólkasløgini til lærusveinar mínar, segði Jesus. Latum okkum fara til verka, eisini okkum, ið hava verið virkin í Guðs ríki í mong ár. Fara til verka av nýggjum við Guðs Anda og kraft, við dirvi og ágrýtni.

At vera kallaður til trúgv og halgan er at síggja Guð og handaverk hansara, at hin einstaka menniskjan er dýrabær. Guðs sjónarhorn fremur halgan. Amen.

Orðið: “...Henda fátæka einkjan hevur lagt meira í enn øll hini, sum løgdu í kistuna; ... hon legði av fátækdómi sínum alt tað, hon átti, alla ogn sína.” (Markus 12,43-44).

Jógvan Fríðriksson, biskupur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo